Mánamorgunin um 9 tíðina, boðaði Lorvíksbáturin Eysturhavið frá eini grind um 10 fjórðingar suður úr Skorini.
Sagt varð at grindin var spøk og tað tóktist at vera nógv grind.
Um 10.30 tíðina fóru vit av Klaksvík við Enjoy, bátinum hjá Brandal. Vit vóru fimm mans umborð og skjótt gekk suðureftir ígjøgnum fjørðin. Einar 26-28 mól hildu vit í dýrdarveðri, sólin stavaði og sjógvurin var spegilsslættur, so lag á manni var at sigla.
Vit høvdu fingið positiónina hjá Eysturhavinum og eftir at hava trýst hana inn í gps-tólið hjá okkum var bert at sigla og halda kósina.
Góðan hálvan tíma seinni vóru vit hjá grindini einar 9 fjórðingar suður úr Skorini. Í byrjanini vóru vit bert tríggir bátar, formansbátur úr Gøtu og síðani Lorvíksbáturin og byrjað varð at reka. Tað gekk sera spakuliga, tí grindin var spøk og vit varnaðust, at hon gekk í fleiri bólkum. Eisini sóu vit ein ógvuliga stóra springarabólk har eisini, so raksturin bleiv eitt sindur darvaður av at fleiri bólkar vóru og ilt var at vita, hvønn bólkin vit skuldu halda okkum til.
Tá komið var inn ímóti 6 fjórðingum, bleiv ein annar bólkur rikin uppi og tá tóktist grindin stór. Men skjótt varnaðust vit at nógv var springari.
Komnir inn á einar fýra fjórðingar, løgdust alt fleiri bátar til. Formansbáturin úr Gøtu gjørdi vart við, at teir vildu hava grindina á Gøtu. Grindin hevði annars alla tíðina gingið norðureftir. Suðurrák var, so so hvørt vit nærkaðust Skorini, hevði grindin hug at venda meira vesturyvir og tók meira ferð á seg.
Staddir einar 2 tríggjar fjórðingar úr Syðratanga, kom rættulig ferð á grindina vestureftir, og hóast grindin onkuntíð kavaði, so helt hon næstan allan vegin inn á Gøtusand einar átta mil.
Men illa royndist, tá drápið var liðugt, varð rópt av landi at einir 30-40 hvalir vóru deyðir. Síðani frættu vit yvir VHF-in, at klaksvíksbátarnir lógu við einum parti av grindini við Borðoyarlandið. So fulla ferð á tann vegin og undir linjunum sum ganga av Brúnanskarði yvir á Gøtunes fingu vit grindina aftur, og hendan gekk eisini skjótt einar 7-8 míl allan vegin á Klaksvík.
Men heldur ikki her royndist, tí bert 21 ella 22 hvalir løgdu beinini.
Tað er onki at ivast at nógv meira grind var sunnanfyri, bæði grindahvalir og springarar, so tað skal ikki undra um grindaboð vera aftur ein av fyrstu døgunum.
Borðoyarvík
Tað er upp á tíðina at Borðoyarvík verður lýst sum grindavág. Hóast tað gekk væl at drepa grindina á Klaksvík, so er tað ein veruleiki, at vit kunnu ikki rokna við Klaksvík sum grindavág í nógv ár afturat og tí er tíð uppá at vit fara undir at gera fyrireikingar og fara at royna Borðoyarvík sum hvalvág.




