Í dag klokkan 13.00 sendir Norðlýsið á R7. Tað vera tey bæði John William og Maria Ziskason Nesá, ið vera í R7 hølinum ídag.
Nógv spennandi verður á skránni: Nú Frøroya Tele hevur latið upp 4g í Klaksvík, verður stjórin á FT, Jan Ziskasen í R7 Norðlýsið. Kári Purkhúr, lestrarvegleiðari á HF í Klaksvík fer at greiða eitt sindur frá um HF skeiðið, og hann hevur ivaleyst ein boðskapt til ung, ið ætla sær á miðnámsskúla. – Agnar Frfederiksen, hjálparvenjari hjá KÍ verður at hoyra og Hanna Hansen og Magnus Norðberg frá Tekniska skúla í Klaksvík.
Ein spennandi sending í dag, minnist til at seta á R7 klokkan 13.00.




