Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið í sølubúðunum í morgin

Hannefíða Joensen

Mikudagin 1. juli verður eitt nýtt fekst Norðlýsið aftur at fáa í sølubúðunum kring Landið.

Tað síðsta blaðið áðrenn summarfrítíðina kemur út fríggjadagin 3. juli. Evstamark fyri tilfar og lýsingar til hetta blaðið er longu í morgin mikudagin 1. juli.

Í blaðnum í morgin 1. juli kanst tú m.a. lesa um:

Ung í arbeiði: Ein millión til tey ungu

Norðlýsið hevur verið í prát við tríggjar tær størstu kommunurnar í Norðoyggjum. Hesar kommunurnar brúka á leið eina millión til ’Ung í arbeiði’. Arbeiðið fevnir víða, heilt frá skrivstovuni á kommununi og til gongugøtu oman í fjøruna…


Sjálvmál og misnýttir møguleikar hava kostað

Í KÍ er neyvan nakar ivi um, at man angrar seg yvir fleiri av dystunum áðrenn summarsteðgin, ið ikki góvu fulla úrtøku…

KÍ hevur fleiri stig enn vanligt

Hóast KÍ liggur á 5. plássi í Effodeildini, so hevur liðið nógv stig um samanborið 

verður við, hvat liðið vanliga 

hevur havt eftir 

17 umfør…


Stúrdi fyri reinførinum. Har vóru eingi nátthús

13. og 14. partur av St. Kilda ið Alex Sólstein hevur týtt úr enskum.

Nú er besta tíð á vøtnunum til sílafiskarí

Ikki havi eg verið á so mongum vøtnum í ár sum onkuntíð. Og tó, nakað hevur man roynt og spennandi og hugaligt er at ganga til eitt vatn úti í náttúruni…

Tað lovaða holið – Síðsta skot um nakrar fáar dagar

Tað verður í skriftini tosað um tað lovaða landið. Holið til Viðareiðistunnilin kann kanska kallast 

fyri tað lovaða

holið, ella ið hvussu er tað,

sum borað verður í. Tí arbeiðið við Viðareiðistunnilin

hevur gingið væl, fyri ikki at siga ótrúliga væl. Nú eru á leið 70 metrar eftir at bora.

Voxbotn– ein mini-útgáva av Ólavsøku

Fyrr byrjaði summarið við stevnunum, og kanska alramest við Jóansøku. Men nú er tað kanska Voxbotn, sum skjýtur summarið í gongd. Voxbotn eydnaðist væl í ár, hetta orsakað av góðum fyrireikingum og framúr góðum veðri, bæði mjørkaveðri og veðri úr Klaksvík…