Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið inn í 2014 við fullum seglum

John William Joensen

So er fyrsta blaðið í árinum farið í pressuna og verður borið haldarum og leysasølum fríggjadagin. 2013 var eitt gott ár har samlaða sølan vaks í mun til árið framman undan og fyri framman standa hópin av blaðútgávum, umframt serútgávur har vit koma í hvørt heim i Eysturoy/norðoyggjum og serbløð sum verða borin ókeypis á gátt hjá øllum føroyingum.

Fyrstu stóru bløðini verða 22. Januar tá handlar hava fylt hyllarnar við nýggjari vøru og síðani kemur mentanarvikan í Klaksvík, Torradagarnir, har serblað verður borið út tann 12. februar.

Ikki minst síggja vit fram til Summarfestivalin sum verður 7. til 9. August og Sjómannadagarnar sum verða 18. til 23. august.

Umframt blað útgávurnar fara vit í nýggja árinum inn í eitt spennandi tíðarskeið við nordlysid.fo sum í dag hevur umleið 30.000 ymiskar brúkarar har næstan 100.000 vitjanir eru hvørja viku.

Sí annars kalendara yvir útgávudagar og lýsingamøguleikar í blaðnum og á netinum og prísir á hesari slógini: