Floksformenninir, ið allir vildu eitt valdømi, mynda nú landsstýrið. Vit ákærdu stigtakararnar fyri Gerry Mandering, persónspolitiskt sjálvsøkni, og ávaraðu ímóti komandi politiskum avleiðingum fyri útjaðaran og ávís øki í landinum.
Vit fylgdu politisku viðgerðini av álvarsmálinum um føroysku fiskidagaskipanina, sum við ógvisligum skerjingum kann fara at raka økini meint.
Eftir at vera vrakaður í fyrra umfari, stendur Sjálvstýrisflokkurin nú í samgongudurinum við lyfti um at sleppa longur inn í hitan seinni, um hann fer at roynast sum stuðulsflokkur ella “samstarvsflokkur” hjá landsstýrinum. At ota seg so langt fram hevur verið hart hoyggj at draga. Fyrst vildi Jóannes ikki, síðani vildi Jenis ikki vita av, og fyri at tað ikki skuldi vera lygn, vildu særdu Kárarnir eitt bil ikki, og tó kanska kortini, taka við áheitan um at tryggja “løgmanni høvdið,” sum teir vist málbóru seg.
Eftir tógvið stríð og tingingar millum landsnevnd og løgtingsumboð floksins fekst semjan kortini í hús, og høvur løgmans tryggjað við skrivligum og sum skilst eisini munnligum lyftum Sjálvstýrisfloksins. Leikluturin hjá formanninum Kára P. Højgaard er líkur tí hjá Piu Kjærsgaard í danska fólkatinginum: Uttanfyri stýrið, men við avgerandi valdi og kanska vetorætti á nógvum økjum. Henda støðan setur stór krøv til integritet hjá flokki og umboðum og kann lættliga koma at nekta flokkin og tey bæði umboðini, sum higartil uttan avleiðingar hava kunnað ført seg fram við skrásikrum fetum og høgari sigarføring í flest øllum málum, hóast ósamdir aftan sjónleikatjøldini, sum søgur ganga frá.
Frumframførslan í stuðulsleiklutinum var í álvarsleikinum “ Fiskidagaskipanin”. Viðvíkjandi “siðaskiftinum” í fiskivinnuni – størstu samfelagsbroytingini síðan 1856 – eftir útsøgn løgmans, kunngjørdi ein heldur nábleikur stuðulsformaður fyrst í leikinum, at hetta var ein spurningur um trúgv – og sostatt ein etiskur spurningur!! Tit fáa at síggja, hvussu Sjálvstýrisflokkurin atkvøður, helt hann. Sjálvur mælti hann til – og loyvdi sær eisini at heita á tingfólk – um at skerja fiskidagatalið sum minst og ikki meir enn hægst neyðugt- uppskot hansara var 3%.
Onkur fanst at leikluti hansara og helt, at í staðin fyri bjargingarjollu hevði samgongan fingið nakað sum líktist uppreistrarhuga umborð og mælti til, at stuðulsformaðurin gavst við slíkum. Tá tjóðveldisumboðið úr Norðoyggjum, sum hevði mælt til niðurskurð uppá 20%, men sum nú angraði og mælti til at beina málið aftur í nevnd, sá út til at lætna hjá stuðulsformanninum, sum straks tók undir við hesum uppskoti “fyri at veita fiskimonnum trygd og ikki at forkoma fiskiflotanum heilt.”
Hetta fekk onkran annan at harta hann og minna hann á, sum formann, at fáa skil á manningini í egna flokki sínum, Sjálvstýrisflokkinum, um hann veruliga gekk inn fyri minni skerjing, tí tað var hagani avgerandi atkvøðan fór at koma. Síðani sást formaðurin ikki aftur á palli.
Øðrvísi var við tjóðveldisumboðnum úr Norðoyggjum, sum ikki vildi atkvøða fyri minnilutatilmæli sínum. Hann vildi hava trygd fyri, at ónýttu dagarnir, eftir skerjingina, kundu latast teimum fiskiførum, ið høvdu brúk fyri teimum. Hann helt tað ikki vera neyðugt hjá sær at slíta samgonguna beinanveg uppá tað, tí tað kundi bíða til fríggjadagin við 3. viðgerð.
Nú trein sjálvur fiskimálaráðharrin fram og boðaði frá, at hóast uppskot hansara eina og áleina var lagt fram fyri at bjarga niðurundirkomnu fiskastovnunum á Føroyagrunnunum, og ikki við øðrum í kvittanum, so var hansara ætlan at inndraga skerdu og ónýttu dagarnar fyri síðani at “luta” teir út aftur til veruligu aktørarnar og teirra fiskifør. Hetta ørkymlaði tingfólk ikki sørt, og ábreiðslur vóru at hoyra um, at nú hekk ikki saman longur hjá fiskimálaráðharranum, um politiskar ætlanir at beina fyri parti av flotanum og um tilfeingisbúð ella fiskidagabanka eftir sosialistiskum mynstri.
Nú høvdu vit sjálvandi frænir av, hvussu leikur mundi fara henda dagin, og ikki óvæntað bjargaði hin Kári úr Sjálvstýrisflokkinum, sum skal vera formaður í nýggjari stýrisskipanarnevnd, samgonguni á hesum sinni við 17. atkvøðuni. At tjóðveldisumboðið eisini atkvøddi fyri var heldur óvæntað.
Treyðugt so, onkrar eftirlýsingar vóru eftir, hvat løgmaður og landsstýrið ætlaðu at kompensera við, fyri at bøta um teir skaðar sum skerjingin av fiskiskapi fór at kosta fólki, serliga í ávísum økjum úti um landið. Men løgmaður og varaløgmaður komu ongantíð á pall, og onki svar fekst sostatt uppá henda álvarsliga spurning. Kortini endaði framførslan av álvarsleikinum, sjálvt við stuðulsleikarum hendan merkisdagin, meira sum ein glantrileikur. Onkuntíð rungaði láturin í salinum og ikki sørt av lógvabresti.
Næsta framførsla verður fríggjadagin, Manningin verður helst tann sama.




