Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið meinar: Frælsisbræv – til hvønn

Oliver Joensen

Har var kvirt í Tingsalinum, sum í grøvini, tá Gerhard Lognberg boðaði frá at hann tók seg úr samgonguni.

Gerhard Lognberg gjørdi bart. Á tingsins røðarapalli greiddi hann frá tunnilsmálinum og grundgav fyri støðutakan síni. í Tingsalinum var kvirt sum í grøvini, og meðan føroyingar sótu samlaðir um sjónvarpstólini, boðaði tingmaðurin siðiliga frá, at hann tók seg úr samgonguni. Hóast ábreiðslur til samgonguna og floksformann sín, fór hann kortini ikki úr javnaðarflokkinum.

Ábreiðslurnar vóru harðar og lemjandi. Løgmaður hevði lagt seg flatan fyri Høgna Hoydal og tjóðveldinum. Formaður tjóðveldisins hevði á fundi bart út boðað frá, at sandoyingar fingu ongan tunnil. Løgmaður hevur slept javnaðarhugsjónini og letur seg draga av Høgna Hoydal at reka raman tjóðveldispolitikk. Løgmaður hevði á henda hátt beinleiðis svikið Suður-økið, Sandoynna og allar føroyingar. Hóast formaður tjóðveldisins royndi at muta ímóti, endurtók Gerhard orðini um, at Høgni Hoydal á fundi hevði noktað fyri Sandoyartunlinum. Tá Høgni Hoydal seinni fór uppaftur, reflekteraði hann yvir støðuna og helt, at hetta í grundini var ein góður dagur, sum at fáa eitt “frælsisbræv” har samgongan nú endiliga, leys av revolvarahóttan og gíslatøkum, slapp at arbeiða við málum, sum fólkið ynskti. Mong undraðust, hvat løgtingssamtyktin um Sandoyartunnilin man koma undir.

Á tingsins røðarapalli boðaði forkvinnan í tingbólki tjóðveldisins enn eina ferð frá, at hon ikki kendi seg forpliktaða av nakrari tunnilsavtalu, sum hon als ikki tók undir við, og sum bert var eitt tilmæli og eingin semja. Hon vissar kortini føroyingar um, at : vit standa aftan fyri løgmann.

Ilt er at skilja leiklutin hjá formanni tjóðveldisins í hesum máli. Líkt er til, júst sum forkvinnan í tingbólkinum ferð eftir ferð hevur lagt dent á, at tjóðveldið als ikki tekur undir við semjuni. Kortini sigur sandoyarumboð floksins seg framvegis vilja stuðla samgonguna, men bert um “tunnilssemjan sum avtalað, verður hildin av øllum núverandi 16 í samgonguni”.

Sum skilst, man frælsisbræv Høgna vera heldur ivasamt. Hetta ikki bert orsakað av tunnilsmálinum, men kanska serliga av fráboðaða “fiskivinnu-siðaskiftinum”. Vert er at leggja til merkis, at her teljast helst fleiri í egna flokki hansara, ið helst ikki verða so lættir at avvápna, heldur ikki við hóttanum um at verða tveittir úr fíggjarnevnd ella øðrum fólkaræðisliga valdum tingnevndum.

Sosialistiska samgongu-trioin sýnist at hava álvarsligar trupulleikar. Útjaðaraøkini, kanska serliga suður-økið, dominerað av javnaðarleiðslu við fremstu politisku leiðarum gjøgnum mong ár, eru forsømd og partvíst slept upp á fjall. Hetta er hvørjum mansbarni greitt. Líkt er til, at fólkið ikki fer at góðtaka hóttandi sentraliseringina longur. At júst javnaðarumboðið úr Sandoynni nú sum tann fyrsti fólkavaldi gjørdi bart, var væntandi og eigur ikki at koma óvart á nakran, og er helst bara byrjanin. Hetta átti uttan iva at verið gjørt fyri árum síðani.

Tunnilsmálið er ikki nakað ser-trupult mál at loysa, serliga ikki um samgongan hevði “Sverris vilja sum stál.” At júst tunnilsmálið, sum hent fløkja, ið lutvíst sýnist at vera krøkt upp í løgmann av onkrum, sum “stendur aftanfyri løgmann”, gjørdist snávingarsteinurin, er helst bert av tilvild, tí fleiri verulig stórmál liggja fyri framman sum veruligir trupulleikar hjá samgongu-trioini. At einasta vónin um bjarging og fastan stuðul í eini minnilutastjórn helst fer at koma frá Sjálvstýrisflokkinum, sum alment hevur lovað at “plaffa” alla kvalifiseraða mótstøðu niður, boðar neyvan frá góðum, hóast tað uttan iva verður kostnaðarmikið.

Tað er at fegnast um, at hvørki veljarar ella fólkavald longur vilja finna seg í at vera atkvøðuneyt hjá arrogantum politiskum leiðarum. Tíðin er farin frá slíkari fatan. Tann fólkavaldi skal standa veljara sínum til svars. Veljarin avger sjálvur, hvør verdur er at velja á Føroya løgting, og stendur ikki longur á bási.

Hóast neyðugt er við ávísari floksdisiplin, so minnir jarn-nevi og leiðslu- arrogansa í dag alt ov nógv um eina farna ræðslutíð í heimshøpi og manar fram myndir av eirindaleysum, politiskum bølmennum.

Vónandi fer eisini nýggja ættarliðið av vinstravendum, føroyskum floksleiðarum at virða fólkið og fólkaræðislig sjónarmið um frælsi og javnrættindi, og at nýta dialogin og “góða viljan sum stál” í staðin fyri hóttanir, jarnnevan og eksklusiónir. Kann vera at umrødda “frælsisbrævið” er ikki bert óavmarkað heimild til betrivitandi floksleiðslu, men álvarslig áheitan frá veljarunum, sent fólkavalda umboði teirra at bera fram og virka fyri við fólkaræðisligum rættindum.