Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðlýsið metir: Bæði uppskotini falla 16-16

Jóhann Lützen

Framvegis er røðaralistin av eini longd, ið ger, at nakrir tímar helst eru eftir, men nú eru konturarnir farnir at tekna seg. Flestu tingfólk hava givið sína meining til kennar, og har eru 32 tingfólk í salinum. Samgonguumboðini telja 16 fyriuttan Johan Dahl, meðan andstøðuumboðini telja 16 við Johan Dahl. Tí er líkt til, at bæði upprunauppskotið og broytingaruppskotið falla, og tí verður samkynd ikki javnsett við hinskynd í hesum umfari.

Nú er dýpið loddað, og tað skilst á øllum sólarmerkjum, at tær 14 tryggu samgonguatkvøðurnar eru í hús. Harumframt hava Erhard Joensen og Annika Olsen sagt, at hóast tey taka undir við at javnseta samkynd við hinskynd, so fara tey ávikavist ikki at fella samgonguna ella atkvøða fyri andstøðuuppskotinum. Harvið mynstrar samgongan 16 atkvøður.

Sambært Stýrisskipanarlógini skal eitt uppskot hava fleiri atkvøður fyri enn ímóti fyri at verða samtykt. Stendur á jøvnum, fellur uppskotið.

Hetta merkir, at Johan Dahl kann missa alt á gólvið. Atkvøðir hann ikki fyri broytingaruppskotinum hjá Christiani F. Andreasen, so fellur tað uppskotið. Og síðani verður farið víðari at atkvøða fyri andstøðuuppskotinum, ið so eisini fellur. Harvið liggur eitt stórt trýst á Johan Dahl nú um at atkvøða fyri broytingaruppskotinum, men sum skilst á honum, dámar honum als ikki tað uppskotið.

Tí er líkt til, at bæði broytingaruppskotið og andstøðuuppskotið verða feld. Tað merkir, at samkynd framhaldandi verða í verandi støðu. Tað útloysir so fleiri spurningar, eitt nú um nakað nýtt uppskot man fara at koma hetta valskeiðið, og hvør lagnan hjá Johan Dahl verður eftir at hava atkvøtt saman við samgonguni. Sum tingini standa í løtuni, kann Johan Dahl standa eftir sum stóri taparin í kvøld, men kann enda sum martyrur við at vera gjørdur til hetju millum tey samkyndu.

Hóast andstøðuuppskotið fellur, hevur andstøðan kortini vunnið ein lítlan sigur við at hava sent eitt missil inn í samgonguna. Tað kann tó vísa seg at vera ein pyrrhussigur, tí tað styrkir munandi um støðuna hjá sjálvstýristingmanninum Kristini Michelsen, ið ikki hevur skrivað undir uppá nakað samgonguskjal og tí kann krevja hvat sum helst afturfyri sína atkvøðu.