Umboð fyri Klaksvíkar Hornorkestur, Búnaðarstevnuna og Klaksvíkar Ítróttarfelag greiða frá teirra tiltøkum um vikuskifti.
Umboð fyri Klaksvíkar Hornorkestur, Búnaðarstevnuna og Klaksvíkar Ítróttarfelag greiða frá teirra tiltøkum um vikuskifti.
Hópin av tiltøkum eru í Klaksvík um vikuskifti. Tunnusláttur í Badmintonhøllini, Klaksvíkskappingin og Búnaðarstevnan eru millum mongu tiltøkini, sum fólk kunnu fara til næstu dagarnar.
Vit hava fingið Petur Eliasen, formann í Klaksvíkar Hornorkestri at greiða frá um tiltakið við tunnusláttri, og eisini um virksemi hjá Hornorkestrinum sum heild.
Símun Gullaksen er fyriskipari av Búnaðarstevnuni, sum nú hevur trý ár á baki. Í ár verður dentur lagdur á nýhugsan, ferðavinnu, sjálvbjargni og virðisøking. Byrjað verður leygarmorgunin kl. 10 við hópin av áhugaverdum framløgum og kl. 18 um kvøldi verður kjakfundur har Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, Siggert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, Niels T. Petersen, formaður í Óalsfelagnum, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Búnaðarmálum, Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, Kristin Michelsen, løgtingsmaður og Bjørn Kalsø, løgtingsmaður og bóndi luttaka.
Ætlanin er at spyrja Tummas Lervig, formann í KÍ um hansara vónir til KÍ í Klaksvíkskappingini og kappingarárið sum heild. Tosað verður sjálvsagt eisini um kvinnufótbólt, ungdómsdeildina og virksemi í felagnum.
Stroymingin byrjar kl. 13 og heldur fram til liðugt er.




