Mentanarlívið í Klaksvík hevur fingið søguliga góðar karmar við stásiliga Varpinum, og í dag verður opið hús við drúgvari skrá. Til ber at fylgja við á Norðlýsinum.
Vit leggja eina leinkju á heimasíðuna nakað áðrenn kl. 17.00 og tá kunnu fólk bæði hoyra og síggja tiltakið í dag. Vit gera samrøðu við ábygrdarpersónar og eisini gestir annars.
Stýrið fyri Varpið bjóðar øllum vælkomnum í Varpið í dag frá kl. 17.00 til 19.00. Byrjað verður við røðum og sangi kl. 17.00 og aftaná verður nógv spennandi á skránni, so sum sangur, upplestur og framførslur av ymiskum slag. Framførslurnar eru væl umboðaðar av fjølbroytta mentanarlívinum í býnum. Eisini verður boðið kaffi og køka.


