Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið um B36

Jákup Ósá

B36 liggur væl fyri í landskappingini og skal fyri tað mesta bara spæla í Gundadali tað, ið eftir er av kappingarárinum.

Um B36 í 2015

Kappimgarárið hjá B36 byrjaði eitt sindur misjavnt, har skaðar og leikbann raktu liðið. Bakkarnir Alex Mellemgaard og Jónas Tór Næs hava næstan ikki leikt og Lukasz Cieslewicz hevur t.d. mist 4 dystir vegna leikbann. Ein góður endaspurtur sendi B36 á ovasta plássið í summarsteðginum og møguleikarnir fyri at endurvinna FM er betri enn ofta fyrr.

Karakter: 8 (av 10 møguligum)

Ein oddasessur skal geva góðan karakter, har B36 eisini hevur verið rakt av skaðum og leikbannum. Leikliga hevur tað verið eitt sindur misjavnt og í steypakappingini eydnaðist ikki at koma í finaluna. Men B36 hevur sjáldan havt so góða støðu til at endurvinna FM, sum felagið ongantíð áður hevur megnað.

Liggja í løtuni: Nummar 1 (áðrenn 18. umfar)

Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 2

Norðlýsið tippar nú: Nummar 2

B36 er saman við Víkingi favorittur at vinna FM. Fyrimunurin hjá B36 er, at allir lykladystirnir skulu spælast í Gundadali. Skráin hjá B36 ger eisini, at byrjanin uppá kappingina eftir summarsteðgin eigur at geva nógv stig og helst skulu allir fýra dystirnir fram til Víkinga dystin í 23. umfarinum vinnast, tí seinastu fimm dystirnir hjá B36 eru munandi truplari.

Dystir eftir á heimavølli: 6 (ÍF, FC Suðuroy, NSÍ, Víkingur, TB og AB)

Dystir eftir á útivølli: 4 (EB/Streymur, HB, KÍ og ÍF)

Karakterirnir vera givnir soleiðis:

10: Heimsklassa avrik

9: Framúrskarandi avrik

8: Gott avrik

7: Yvir miðal avrik

6: Miðal avrik

5: Undir miðal avrik

4: Toluligt avrik

3: Vánaligt avrik

2: Sera vánaligt avrik

1: Pínligt avrik

Harleywoodpaint