Eftir innbjóðing frá Fonn Flog, var Norðlýsið umborð á Brilliant of the Seas, har vit saman við øðrum gestum hjá Fonn Flog fingu stórfingna rundvísing og harafturat stóra máltíð frá skipinum.
Myndarøð: 867 starvsfólk og umleið 2500 ferðafólk eru við stóra ferðamannaskipinum, sum liggur í Norðhavnini.
Stóra skipið setur dám á økið í dag, har nógv fólk eisini eru at síggja í býnum. Norðlýsið var umborð og tók myndir seinnapartin.
Tey 867 fólkini koma úr 64 ymiskum londum. Til stuttleika kunnu vit nevna, at umborð rokna teir við at brúka 18.450 frísk egg at borðreiða við í eina viku, 4.750 pounds av rísi, 12.500 pund av grønmeti, 5.350 pund av kjøti, 5000 pund av eplum og ikki minni enn 31.345 pund av høsnarungum og 12500 kannur av øli..
Skipið er 293,2 metrar langt og 32,2 metrar breitt. Í maskinrúminum er millum annað Tvær General Electrid Gas turbinir uppa 25MW ella 33.520 hestar hvør. Vatnframleiðslan er 1280 tons um dagin. Tá skipið siglir 22 knots brúkar tað 215 tons av olju um døgnið, við kaj brúkar tað 60 tons um døgnið. Nýtslan av feskum vatni um dagin er 750 tons.
Sum sagt, so gingu vit runt skipið og fingu frágreiðing um ymiskt, vit sóu eitt nú svimjihyljarnar, stóra sjónvarpsskermin á afturdekkinum, ið mundi vera einar 4×6 metrar til støddar, golfbanan og inni sóu vit mangt ymiskt, millum annað fitnessentrið, frisørsalong, massagu og vælverudeildina og ikki minst teaturslalin, casinohøllina og mangt mangt annað. Vit lata myndirnar tala fyri seg, njót tær og hugna tær umborð í huganum:




