Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið upp undir valið

John William Joensen

Val er til løgtingið 20. januar. Hóast mong kanska ikki høvdu rokna við at val skuldi vera útskrivað í úrtíð, so er hetta veruleiki.

Av royndum vita vit á Norðlýsinum, at nógv skriving um politisk mál er uppundir val og tað eru nú longu mong ár síðani at Norðlýsið, sum fyrsta blað í Føroyum byrjaði at taka fyri politiskar greinar seinastu tíðina uppundir eitt val.
Í so máta verður løgtingsvalið 2004 onki undantak.
Hervið bjóða vit øllum flokkum innivist í Norðlýsinum í øllum bløðunum upp undir valið. Ætlan okkara er, um vit fáa nóg stóra undirtøku, at tvey tey seinastu bløðini upp undir valið 20. januar verða send í hvørt hús í valdøminum, soleiðis at gyltur møguleiki er hjá øllum, ið stilla upp til valið við Norðlýsinum at røkka inn í hvønn krók í Norðoyggjum.
Prísurin fyri politiskar greinar er hálvur lýsingaprísur, og tá Norðlýsið frammanundan hevur lægstu lýsingarprísir, so má sigast at okkara prísir eru á einum sera rímiligum støðu.
Hóast Norðlýsið kemur út hvønn fríggjadag og vit vanliga hava evstamark fyri tilfari til blaðið mikudag, fara vit at seta týsdag sum seinastu freist at koma við politiskum tilfarið til bløðini, sum koma út í januar mánaða fram til valið.
Í seinasta blaðnum upp undir valið, tað vil siga til blaðið 16. januar, rokna vit við, at politisku flokkarnir hava hug at lýsa, og flokkarnir fáa eisini lýsingar sínar í Norðlýsið fyri henda sera sámuliga kostnað. Vit hava ikki enn lagt fast, um vit bert selja blaðrúmd til flokkarnar í hesum seinasta blaðnum áðrenn valið, men tað koma vit aftur til seinni.
Norðlýsið hevur longu nú fingið bíleggingar av blaðrúmd, so tey ið ætla sær pláss í Norðlýsinum hetta til valið eiga at seta seg í samband við okkum skjótast gjørligt, tí hóast góðir møguleikar eru fyri prenti ídag, so er arbeiðsorkan avmarkað og vit fara at vera noyddir til at seta mørk onkustaðni.