Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NorðMalt eksklusiva whiskysmakking

Jóhann Lutzen

Leygarkvøldið var Veðrabásurin hjá Føroya Bjór karmur fyri eksklusivari whiskysmakking, ið NorðMalt stóð fyri

Leygarkvøldið var Veðrabásurin hjá Føroya Bjór karmur fyri eksklusivari whiskysmakking, ið NorðMalt stóð fyri

Áðrenn smakkingina fekk nevndin úr NorðMalt og EinMalt eina rundvísing á Føroya Bjór av sjálvum Einari Waag. Ein sera áhugaverdur og spennandi túrur. Tey frá NorðMalt gleðast um, at Føroya Bjór nú er fari í holtur við at distillera whisky. Nakað av tolni skal til áðrenn tey sleppa at smakkað, tí løggurin má liggja trý ár á føtum, áðrenn til ber at avtappa í fløskur.

NorðMalt og EinMalt høvdu fyri aðruferð fingið brand ambassadørin hjá SMWS (Scotch Malt Whisky Society) at leggja fram ymiskar whiskies fyri limunum. Fríggjakvøldið var tað EinMalt í Hornahúsinum, og leygarkvøldið var tað NorðMalt í Veðrabásinum. Bæði kvøldini vóru sera væl eydnaði, og nógv prát var um whisky og um lívsviðurskiftir, har tey 23 uppmøttu høvdu eitt avbera gott kvøld við ríkum minnum og nýggjum vinarbondum. 

Norðlýsið vitjaði við myndatólinum og sum tað sæst var hýrurin góður.