Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðmenn nærkast føroyska veruleikanum

Jógvan Hugo Gardar

Alivinnan fær strangari krøv á umhvørvisøkinum í framtíðini. Nú nærkast Noreg bæði Skottlandi og Føroyum á brunnbátaøkinum. Brunnbátar fáa ofta ákærur fyri at vera orsøkin til at sjúka kemur í ein fjørð, tí bátarnir flyta livandi verur millum firðirnar. Brunnbátar verða brúktir til at flyta livandi smolt til alibrúkini og til at flyta tøkukláran laks til kryvjivirkini.

Alivinnan fær strangari krøv á umhvørvisøkinum í framtíðini. Nú nærkast Noreg bæði Skottlandi og Føroyum á brunnbátaøkinum.

Brunnbátar fáa ofta ákærur fyri at vera orsøkin til at sjúka kemur í ein fjørð, tí bátarnir flyta livandi verur millum firðirnar. Brunnbátar verða brúktir til at flyta livandi smolt til alibrúkini og til at flyta tøkukláran laks til kryvjivirkini.

Síðani ILA-sjúkan rakti føroysku vinnuna meint fyri tíggju árum síðani hevur verið arbeitt miðvíst við at tryggja at flutningur ikki skal vera ein smittuberi. Arbeitt hevur verið við at fáa burtur alt av smittuvandum, í tann mun tað letur seg gera. Brunnbátar sum ikki lata nakað fara fyri borð uttan at tað er reinsa og trygt, er eitt av hesum málunum. Skottland er tað landi sum hevur gingið á odda í at seta strang krøv til brunnbátar og flutning til og frá aliøkjum.

Herða krøvini í Noregi

Sum heimsins størsta alitjóð er Noreg á nógvum økjum tann tjóðin sum gongur á odda innan aling og nýhugsan. Tá talan er um sjúkuniðurberjing hava norskir alarar álíkavæl verið nokso seinir á sjóvarfallinum. Serliga tá talan er um at handla skjótt og at herða trygdarkrøvini.

Norska stjórnin kom fríggjadagin við eini herðing av norska lógarverkinum, og talan er um krøv til brunnbátar fyri at forða at hesir gerast óneyðugir smittuberar.

– Við nýggju kunngerðini seta vit krøv til hvussu alivinnan hjá okkum skal vera í framtíðini, sigur norski fiskimálaráðharrin Elisabeth Aspaker.

Frá 1. januar 2016 verður krav um at allir norskir brunnbátar skulu hava útgerð sum vísir teirra knattstøðu bæði í samtíð og søguliga, so ein sær hvar báturin hevur verið. Í Noregi er ein slík skipan longu galdandi fyri partar av fiskiflotanum.

Tað sum tó er ein meir víðgongd broyting, er at tað í framtíðini eisini skal vera útgerð umborð, sum vísir í hvørjari støðu ventilarnir standa til eina og hvørja tíð. Hetta verður gjørt, sambært norsku stjórnini, fyri at kunna vísa á um báturin tekur inn vatn, ella sleppur út vatn úr flutningsbrunnunum, ella um báturin siglir við stongdum ventilum.

Norska stjórnin velur at góðtaka eina loysn har vatn í brunnbátum kann reinsast við sokallaðum UV-filtrum. Hetta er ein skipan sum millum annað stjórin í einum av heimsins størstu brunnbátafeæøgum Sølvtrans, Roger Halsebakk, hevur ávarað ímóti. Hann sigur við Norðlýsið at tað finnast ikki prógv fyri at UV-reinsanin er nóg góð. Hann vil ikki hava slíkar skipanir á sínum bátum í framtíðini, og velur at byggja bara ”stongdar” brunnbátar, har onki skal út ella inn í skipið meðan tað hevur livadi fisk í tangunum. Tá skipið hevur tómt tangarnar fyri fisk so skal alt sóttreinsast, og um neyðugt so skal møguligt vatn sum skal í havið bara sleppast út á ávísum støðum har alibrúk ikki eru í vanda fyri at fáa møguliga smittu frá hesum. Tað er ein skipan sum longu í dag er í Skottlandi.

Bíða við bíðiringunum

Frá 1. januar 2021 skulu allir norskir brunnbátar kunna sóttreinsa flutningsvatnið. Tá smolt verður flutt skal vatnið sum verður tikið inn í brunnarnar sóttreinsast fyri at tryggja at fiskurin ikki fær smittu undir flutningi. Tá talan er um tøkufisk, so skal vatn sum rennir frá bátinum sóttreinsast fyri at tryggja at fiskur sum er í aliringum á siglingarleiðini ikki fær smittu.

Norskir brunnbátar, sum bara flyta lívfisk, kunnu velja ikki at hava sóttreiningarútgerð, men tá kann hann bara sigla við stongdum tangum. Tað vil siga at báturin má hava útgerð sum tryggjar at fiskurin fær reinsa vatnbið sum í einum vanligum fiskabúri við pumpum sum reinsa vatnið sum er í tangunum.

Eitt annað øki sum norska stjórnin onki ger við í hesum umfarinum, er at herða krøvini til sokallaðu bíðiringarnar, tað vil siga aliringar sum liggja beint við kryvjistøðina, har tøkuklárur laksur bíðar eftir at verða tikin av døgum. Hetta er ein skipan sum føroyingar ikki hava brúkt tí so stutt er frá alibrúkunum til kryvjivirkini.

Jógvan Hugo Gardar