Arbeiðið við at seta Norðnástovusmiðjuna í upprunaligan stand, gongur støðugt framá. Fyri tveimum vikum síðani, var ta myllan, ið fekk nýtt skovlhjól.
Tað er Markus í Norðnástovu, ið eigur smiðjuna, ið stendur dygst upp at sethúsum hansara í Mikladali. Markus hevur í mong ár arbeitt við at seta smiðjuna í stand. Til hetta arbeiði hevur hann havt ein handaligan handverkara at leiða arbeiðinum, nevniliga Ólavur Samson, fyrrverandi smiðjumeistara.
Ólavur hevur gjørt stórt arbeiði við restaureringini. Hann hevur millum annað gjørt bjølgarnar á essunum báðum í smiðjuni í stand, umframt nógv annað umvælingararbeiðið.
Tað seinast er so myllan. Hjólið í ánni var fúnað og brotið, so bert eitt lítið stykkið av tí var til. Umframt tað, so kravdi legan til jarnaksilin umvælingar. Tað hevur Ólavur eisini gjørt í stand, umframt at hann hevur gjørt nýggjar “egarar” á hjartað í mylluni.
Sjálvt hjólið, hevur Johannus Viðbjørg Mohr smíða úr timburi. Jóhannus sigur við Norðlýsið, at tað var sera heppi at eitt stykki av gamla hjólinum var til, tí har kundi hann lesa av øll mátini og gera nýggja hjólið neyvt eftir tí gamla.
Tað munnu vera um 50 ár síðani at hjólið hevur malið seinast, og helst munnu tað vera eini 80 til 100 ár síðan, at myllan á fyrsta sinni fór at mala. Tað hevur uttan iva verið stórur lætti tá áin fór at gera tunga arbeiðið.
Tá arbeiðið við smiðjuni verður liðugt, er ætlanin, at smiðjan bæði skal vera eitt savn, um smiðjuna og smiðju arbeiðið í fornari tíð, og samstundis skal hon eisini kunna brúkast sum smiðja í Mikladali og tæna samfelagnum har.
Sera nógvir lutir sum eru gjørdir í smiðjuni eru í varðveitslu í Norðnástovu. Í smiðjuni sjálvari er eisini nógv áhugavert at síggja. Millum stóð eitt lítið jarnborð í einum horni á smiðjuni. Ólavur Samson greiddi frá, at hetta var ein “transportabul” essa. Hesa kundu teir hava við sær, tá teir eitt nú fóru oman á lendingina ella oman til neystini, at smíða eitthvørt úr jarni.
Markus í Norðnástovu greiðir frá, at nógv av amboðunum, sum blivu brúkt í smiðjuni, vóru gjørd her. Men eisini mangt annað, sum eg havi í varðveitslu, sigur hann, millum annað brillustell, onkur tannlæknatongin, skutil og annað, So er sjávandi ikki at gloyma líggjar, knívar og alskyns amboð, sum vóru brúkt í hoyna, á báti, í húsarhaldinum og aðrastaðni. Her var ongastaðni at fara, um tú hevði brúk fyri amboðum til eitthvørt, tað var at vita, um tú ikki kundi finna loysnina her í smiðjuni.
Sjávt hjartað í mylluni er ein søga fyri seg. Hans í Norðnástovu hevði fingið ein snurritopp. Hesin bleiv brúktur sum upprunatekning til hjartað í mylluni. Mátini á snurritoppinum blivu vaksin upp, so eitt hóskiligt hjarta fekst burturúr. Hvussu hjartað neyvt er gjørt sæst bara partur av, men roknað verður við, at tað fyrst er smíða í flatjarni inni í smiðjuni, og síðani er stoypt rundan um jarnið fyri at gera tað sterkt, soleiðis at tað kundi standa ímóti trýstinum frá skovlhjólinum og vatninum.
Hvarnasteinarnir, ið standa í horninum á smiðjuni, hava uttan iva upprunaliga verið knýttir at mylluni. Seinni hava teir so í staðin gjørt tvær brigdir til hvørvisteinar. Hesar brigdirnar standa uppi enn og nú hjólið fór aftur at mala, mól hvørvisteinurin so lystiliga.
Sigast má, at fólkið í Mikladali hevur gjørt nógv seinastu árini fyri at tekkjast vaksandi ferðavinnuni.




