Tað var hin 15. desember 1957, felagið varð stovnað.
Úr fundarbók felagsins stendur á fyrstu síðu:
Tann 15/12 1957 vóru menn komnir saman til fundar í Tekniska Skúla í Klaksvík, har ætlanin var at samráðast um stovan av einum bjargingarfelag.
Henda samkoma var komin í lag við tað, at Hans Andreas Johannesen, Jógvan Olsen og aðrir høvdu tosað saman um hetta. Innbjóðingarskriv varð sent til hesar persónar: Vilhelm Vilhelmsen, skipara, Petur Waagstein, lækna, Gunnar Dahl Olsen, sýsljumann, Alfred Petersen, trúboðara, Sámal Petersen lærara, Palla Poulsen, formann í Útróðrarfelagnum, J.P. Vágheyg (Peili), stjóra, Fischer Heinesen, havnameistara, Louis Poulsen, skipara, Eli Poulsen, sóknarformann, Poul Skarðenni, skipara, Hans J. Johanesen, arbeiðsmannafelagsformann, Joen Johansen, varaformann í handverkarafelagnum, Arna Samuelsen, skrivar handverkarafelagsins, Axel Leitistein, formann í meistarafelagnum, Jóhan Nielsen, prest, Richard Jacobsen, skipara og Ova Frederiksen, lærara.
Gunnar Dahl Olsen legði fyri við at bjóða fólkinum vælkomin og greiddi síðani frá at ætlanin var at royna at fáa at vita, hvat menn søgdu um at seta eitt bjargingarfelag á stovn, og sjálvur kundi hann siga so mikið, at hugskotið skuldi frá hansara síðu fáa sítt besta viðmæli.
Úr fundarbókini sæst m.a. eisini at á sjálvum stovningarfundinum varð borið upp á mál at útvega ein bjargingarbát ella skip til felagið. Sum øllum kunnugt, so gjørdist hetta ikki veruleiki fyrrenn "Ziska" kom og tað kunnu vit fyri ein stóran part takka Marius Magnusson fyri, sum um hetta mundi var formaður felagsins. HEsum brendi hann fyri, men hann hevði eisini gott fólk afturat sær.
Annars ætlar Bjargingarfelagið at skipa fyri einum ella øðrum fyrst í komandi árið fyri at hátíðarhalda 50 ára søgu felagsins.




