Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Høvuðsuppgávan er:
· at tryggja óhjálpnum eitt gott og virðiligt lív/deyða
· at veita hjálp til framhaldandi at liva sítt egna lív
· at stuðla til sjálvbjargni í tann mun, tað er gjørligt
· at viðlíkahalda tær sosialu relatiónir, sum persónurin hevur
Tænasturnar í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) verða veittar heimabúgvandi borgarum, umframt borgarum, sum búgva á teimum fimm bústovnunum hjá NBH.
Summarfrítíðaravloysarar til flest allar eindirnar í NBH
Søkt verður eftir avloysarum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar til allar búeindirnar og heimatænastueindina í NBH í tíðarskeiðnum 20. juni til 21. august 2016. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Avloysarar til longri tíðarskeið
Søkt verður eftir :
– Sjúkrarøktarfrøðingi til Sambýlið á Heygnum í tíðarskeiðnum 1. mai 2016 til 31. mars 2017, 34 tímar um vikuna í miðal svarandi til 0,85 í brøki.
– Heilsurøktara til Heimatænastuna at byrja sum skjótast og til 1. november 2016, 30 tímar um vikuna í miðal svarandi til 0,75 í brøki.
– Heilsuhjálpara til Heimatænastuna í tíðarskeiðnum 1. juli 2016 til 30. juni 2017, 35 tímar um vikuna í miðal svarandi til 0,875 í brøki.
Førleikakrøv til størvini
· Útbúgving svarandi til fakbólkarnar, lýst verður eftir
· Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
· Góð samstarvsevni
· KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
· Stórar fakligar avbjóðingar
· Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv
· Gott samstarv við onnur fakfólk
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær skrivstovuna hjá NBH, á tlf. 410000, yrkadagar millum kl 10-16 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 1. apríl 2016.




