Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Bú- & Heimatænasta søkir eftir starvsfólkum

LÝSING

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.


Høvuðsuppgávan er:

· at tryggja óhjálpnum eitt gott og virðiligt lív/deyða

· at veita hjálp til framhaldandi at liva sítt egna lív

· at stuðla til sjálvbjargni í tann mun, tað er gjørligt

· at viðlíkahalda tær sosialu relatiónir, sum persónurin hevur

Tænasturnar í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) verða veittar heimabúgvandi borgarum, umframt borgarum, sum búgva á teimum fimm bústovnunum hjá NBH.


8 eindir eru í NBH:

· Heimatænasta

· Dagtilboð

· Terapeuteind

· Norðoya Ellis- og Vistarheim

· Sambýlið í Bøgøtu

· Sambýlið á Heygnum

· Norðoya Røktarheim

· Heimið við Vágna


Vit bjóða størv við nógvum avbjóðingum. Talan er um niðanfyristandandi størv:

· Deildarleiðari fyri terapeuteindina “Ven og Virka”

· Ergo-/fysioterapeutur til terapeuteindina “Ven og Virka”

· Summarfrítíðaravloysarar til flest allar eindirnar í NBH.


Deildarleiðari fyri terapeuteindina “Ven og Virka”

Hevur tú áhuga í leiðslu, og vilt tú verða við til at mynda og menna terapeuteindina í NBH, so er tað tær, vit sóknast eftir at gerast fyrsti deildarleiðari fyri terapeuteindina.

Terapeuteindin “Ven og Virka” er mannað av tveimum fysioterapeutum og tveimum ergoterapeutum, sum allir arbeiða niðursetta tíð. Av tí at terapeuteindin er ein lítil eind, verður tín uppgáva, umframt at vera leiðari, eisini at virka sum terapeutur umleið hálva tíð. Terapeuttænastan verður veitt heimabúgvandi borgarum, bæði heima og í venjingarhølinum hjá NBH, umframt borgarum, sum búgva á teimum fimm bústovnunum hjá NBH.


Førleikakrøv

· Útbúgving sum annaðhvørt fysio- ella ergoterapeutur

· Góðan leiðsluførleika

· Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum

· Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum leiðslutoymi

· Góð samstarvsevni

· Góð evni at samskifta í skrift og talu

· KT-førleika á brúkarastøði


Vit kunnu bjóða

· Stórar fakligar avbjóðingar

· Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv

· Part í tvørfakligum leiðslutoymi

· Stóra ávirkan á menningina av tænastunum og tilboðunum


Ergo-/fysioterapeutur til terapeuteindina “Ven og Virka”

Umframt deildarleiðaran tørvar okkum eisini ein terapeut til terapeuteindina at starvast hálva tíð. Seta vit ein fysioterapeut sum deildarleiðara, søkja vit eftir einum ergoterapeuti, og verður ein ergoterapeutur settur í deildarleiðarastarvið, søkja vit eftir einum fysioterapeuti.


Førleikakrøv

· Útbúgving sum annaðhvørt fysio- ella ergoterapeutur

· Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum

· Góð samstarvsevni

· KT-førleika á brúkarastøði


Vit kunnu bjóða

· Stórar fakligar avbjóðingar

· Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv

· Gott samstarv við onnur fakfólk


Summarfrítíðaravloysarar til flest allar eindirnar í NBH

Søkt verður eftir avloysarum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar til allar búeindirnar og heimatænastueindina í NBH í tíðarskeiðnum 22. juni til 23. august. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.


Førleikakrøv

· Heilsufakliga útbúgving

· Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum

· Góð samstarvsevni

· KT-førleika á brúkarastøði


Vit kunnu bjóða

· Stórar fakligar avbjóðingar

· Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv

· Gott samstarv við onnur fakfólk


Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Marnu A. Ellingsgaard, leiðara, á tlf. 793404 ella við telduposti á marnae@nbh.fo.

Skrivlig umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er 1. apríl 2015.