Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir efitr heilsurøktara ella heilsuhjálpara at avloysa í Heimatænastuni í bygdunum Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði

Norðoya Bú- og Heimatænasta

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir
Heilsurøktara ella heilsuhjálpara at avloysa í Heimatænastuni í bygdunum Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði.

Talan er um skiftandi arbeiðstíðir og í vikuskiftum.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • Útbúgvin sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
  • Góð samstarvsevni
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Sjálvstøðugt starv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tlf. +298 793470.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi týsadagin 4. juli 2017.