Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Sambýlinum í Bøgøtu, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Vit sóknast eftir
- Avloysara fyri heilsurøktara á setanarbrøki 0,75 at byrja 1. mai 2017 ella eftir nærri avtalu til 30. apríl 2018.
- Avloysara fyri heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,73 at byrja 1. mai 2017 ella eftir nærri avtalu til 30. apríl 2018.
Starvssetaninar kunnu møguliga leingjast.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Á Sambýlinum í Bøgøtu búgva 8 fólk.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Sambýlinum í Bøgøtu tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Førleikakrøv
- Útbúgving svarandi til størvini
- Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
- Góð samstarvsevni
- KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
- Stórar fakligar avbjóðingar
- Spennandi og sjálvstøðug størv
- Gott samstarv við onnur fakfólk
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Pállfríðu Petersen, deildarleiðara, á tlf. +298 793425.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 24. apríl 2017.




