Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara og heilsuhjálpara til Heimatænastuna í tíðaravmarkað størv

Lýsing

søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi , heilsurøktara og heilsuhjálpara til Heimatænastuna í tíðaravmarkað størv

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við heimabúgvandi borgarum í Norðoyggjum, ið hava tørv á tænastum frá Heimatænastuni, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir

· Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8 at byrja skjótast møguligt til 31.09.2017

· Heilsurøktara á setanarbrøki 0,75 at byrja 01.04.2017 ella eftir nærri avtalu til 31.03.2018

· Heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,75 at byrja 01.04.2017 ella eftir nærri avtalu til 31.07.2017

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og vikuskiftum.

Heimatænastan veitir heimabúgvandi borgarum í Norðoyggjum ráðgeving, vegleiðing, stuðul og røkt.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Heimatænastuni tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

· Útbúgving svarandi til størvini

· Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum

· Góð samstarvsevni

· KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða

· Stórar fakligar avbjóðingar

· Spennandi og sjálvstøðug størv

· Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tlf. +298 793470.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mikudagin 15. mars 2017.

Harleywoodpaint