NORÐOYA BÚ- OG HEIMATÆNASTA søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi og heilsurøktara til Norðoya Røktarheim
NORÐOYA BÚ- OG HEIMATÆNASTA søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi og heilsurøktara til Norðoya Røktarheim
Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Norðoya Røktarheimi, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Vit sóknast eftir
· Sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv á setanarbrøki 0,6 at byrja 1. mars 2017, ella eftir avtalu, til 31. januar 2018.
· Heilsurøktara á setanarbrøki 0,8 at byrja 1. mars 2017, ella eftir avtalu.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti.
Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum á Norðoya Røktarheimi tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Førleikakrøv
· Útbúgving, sum svarar til størvini
· Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
· Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
· Góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
· Stórar fakligar avbjóðingar
· Spennandi og sjálvstøðug størv
· Gott samstarv við onnur fakfólk
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Ásu Hanusson, deildarleiðara, á tlf. +298 793430.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi fríggjadagin 10. februar 2017.




