icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til Heimatænastuna

Norðoya Bú- og Heimatænasta

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri borgarar í Norðoyggjum, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingum í sambandi við, at Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) nú fer undir at veita heimabúgvandi borgarum í Norðoyggjum tænastu alt døgnið. Víðkanin av tænastuni, til eisini at fevna um náttarvaktir, er í samsvari við ynski hjá borgarunum, so umstøðurnar at búgva heima sum longst gerast betri.

Talan er um:

  • 2 størv sum sjúkrarøktarfrøðingur við arbeiðsbrøki 0,6 frá 1. september 2017, ella eftir nærri avtalu.
  • 1 starv sum avloysari fyri sjúkrarøktarfrøðing við arbeiðsbrøki 0,7 frá 1. september 2017 til 31. desember 2018, ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og umleið triðja hvørt vikuskifti.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  1. NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  2. NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  3. Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • Útbúgving og autoriasatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir innan yrkið
  • Áhuga í at menna eina nýggja tænastu
  • Góð samstarvsevni
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Sjálvstøðug størv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og FFS.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tlf. +298 793470.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 17. juli 2017.