Norðlýsið frættir, at ítøkiligar ætlanir eru um at seta á stovn Norðoya Fiskimannafelag. Orsøkin skal vera ónøgd við Føroya Fiskimannafelag,
Tað, at menn nú hava hug at seta á stovn eitt fiskimannafelag í Norðoyggjum, sigst vera, at menn ikki eru samdir í stívrenda politikkinum hjá Føroya Fiskimannafelag.
Nógvir fiskimenn ganga arbeiðisleysir av hesi støðuni, og útlit eru fyri størri arbeiðisloysi orsakað av at Fiskimannafelagið heldur upp á vunnin rættindi, heldur enn at laga seg eftir nýggju tíðini, segði ein av stigtakarunum við Norðlýsið í kvøld.




