Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðoya Fólkafloksfelag havt ársaðalfund

Norðoya Fólkafloksfelag

Eins og siðvenjan undanfarin ár, hevur Norðoya Fólkafloksfelag havt ársaðalfund á Grækarismessu

 

Fitt av fólki høvdu leita sær til fundin og umrøddi fundurin landspolitiskar støður og mál, sum løgtingsmaðurin Árni Skaale greiddi nærri frá. Kommunustýrisval verður seint í heyst og fingu fleiri umboð floksins í Klaksvíkar kommunu møguleika, at greiða nærri frá um ymisk mál í Klaksvíkar kommunu.

Nevndarval var eisini á skránni, og stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali, Lena í Buð, Kári Kallsberg og Heri Ellingsgaard. Tey tóku øll við afturvali og vóru vald í nevndina.

 

Nevndin sær soleiðis út komandi árið:

  • Símun Gullaksen, formaður
  • Kári Kallsberg, næstformaður
  • Lena í Buð, skrivari og kassameistari
  • Heri Ellingsgaard, nevndarlimur
  • Finn Hansen, nevndarlimur
  • Mona Maria úr Fugloy, tiltakslimur
  • Rannvá Isaksen, tiltakslimur

 

Í Floksleiðsluna hjá Fólkaflokkinum vóru vald:

  • Símun Gullaksen
  • Kári Kallsberg
  • Mona Maria úr Fugloy, eykalimur

 

Høvuðsuppgávan hjá Norðoya Fólkafloksfelag í nærmastu framtíð, verður at manna ein lista til kommunustýrisval. Listin til kommunustýrisval í Klaksvík, kann hava 15 valvevnir.