Týsdagin 28. februar kl. 20.00 verður aðalfundur hjá Norðoya Fornminnafelag.
Norðoya Fornminnafelag er eitt áhugafelag við umleið 130 limum og felagið eigur Norðoya Fornminnasavn. nevndin í felagnum er eisini stjórn fyri Fornminnasavnið. Í nevndini sita. Heðin Johannesen, formaður, Hanus Poulsen, næstform. Bjarni Z. Dahl, skrivari, Mildrid Petersen og Petur J. Jacobsen.
Aðalfundurin hjá Norðoya Fornminnafelag verður hildin í handilshúsunum úti í Klaksvík.




