Sunnudagin setti gongufelagið limum sínum stevnu at ganga eftir Dalagøtuni á Heldarskarð í Skúvadal.
Fleiri enn 30 fólk luttóku á túrinum við Jógvani Ravnsfjall sum ferðaleiðara og Jón Kristmari Høgnesen, sum staðkendum eftir Dalagøtuni.
Byrjað var við upphiting uttan fyri Kunningarstovuna, sum Kristian Dam, saman við konu sínu Eydnu stóð fyri. Síðani var farið í bussin hjá Olivari Askham út á Norðoyrar. Farið var úr bygdini á Norðoyri niðan Lítlahjalla, Ljóshjalla og víðari á Svøðina og Botnsbrúgv og eftir Rossarók inni í Torvadali og á morgunmatarsessin.
Steðgað var á fleiri staðni á vegnum, har vit fingu holla frágreiðing frá Jógvani. Veðrið var eisini sera gott, og sýnið hartil, vit sóu suður á Nólsoynna og kapilin, hagani longur suður á Skálhøvda, Litlu Dímun og eisini hómaðu vit Suðuroynna í disi.
Liðug at fáa okkum ein bita á morgunmatarsessinum, segði Jón Kristmar okkum farvæl og helt leiðina oman Torvadal til hús, ímeðan vit onnu løgdu hondina á knæði niðan Ovara Torvadal og á Heldarskarð.
Á tí eini myndini sæst fylgið á Heldarskarði, men tað, sum kanska er mest áhugavert er, at ein mynd er av Vagn Heldarskarð á Heldarskarið. Vagn er 61 ára gamal og hevur havt Heldarskarð sum eftirnavn alla ævi sína, men hetta er fyrstu ferð at Vagn er á Heldarskari.
Eftir at hava notið útsýnið av Heldarskarði var hildið áfram suður ella eystur, sum tað eitur, í Skúvadalshúsið.
Í Skúvadalshúsinum var steðgað á, ímeðan fólk aftur fingu sær ein bita og eitt prát.
Ætlanin hevði verið at fara hagani oman við Skálanesáðunum og eftir bakkanum heim á Bergrætt og oman í toftirnar har, men av ti at klokkan var blivin so nógv varð gjørt av at fara stytsta vegin heim.
Vit byrjaðu kl. 13 sunnudagin og tá komið var í skúvadalshúsið var klokkan um 17.30, var hildið rættast at fara beina leið heim.
So bleiv gjørt. Vit gingu oman Skúvadalsbrúnna oman til Sniðið eftir Breiðhjallanum og heim til Skúvadalsánna og hagani um Núpin á endan á Oyravegnum. Allan vegin fingu vit áhugaverdar frágreiðingar frá Jógvani Ravnsfjall.
Á Oyravegnum stóð bussur fyri okkum og koyrdi troyttu og vælnøgdu luttakararnar til hús, tá var klokkan blivin 1945 og útivið 7 tímar farnir, síðani vit møttust á Kunningarstovuni.




