Sunnudagin, 25.januar, verður skipað fyri áhugaverdum gongutúri eftir gomlu bygdagøtuni út á Norðoyri.
Um viðrar, verður skipað fyri hugnaligum og søguríkum gongutúri sunnudagin, 25.januar. Gingið verður túrurin Grøv – Norðoyri.
Gingið verður eftir tí gomlu bygdagøtuni millum Grøv og Norðoyri
Møtt verður á Norðoya Kunningarstovu kl. 13, og byrjar gongutúrurin har. Gingið verður út í Grøv og víðari út á Oyrabygd, og meðan gingið verður greiður okkara sera áhugaverdi frásøgumaður frá ymsum søguligum.
Ùti á Norðoyri verður borðreitt við leskiligum ábiti
Tilmelding: á Norðoya Kunningarstovu tel 456939 ella info@klaksvik.fo
Túrurin tekur áleið 3 tímar og er lættur.
Kostnaður: kr. 100,- (fyri limir) og kr. 150,- (ikki-limir)
Íroknað prísin er: frásøgufólk og ábit
Fráferð: møtt verður á Norðoya Kunningarstovu kl.13:15
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum




