Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya gongufelag enn ein túr

John William Joensen

Sera spennandi og áhugaverdur gongutúrur niðan á Myrkjanoyrafjall

Sunnudagin, 24. august kl. 14, skipar Norðoya gongufelag fyri áhugaverdum túri – við søgufróðum frásøgumanni – niðan á Myrkjanoyrafjall.

Í søguligari tíð – tvs tey seinastu 400 árini – eru fýra búpláss nevnd í Klaksvík: Uppsalar, Vág, Gerðar og Myrkjanoyri, seinni Biskupstøð. Á gongutúrinum sunnudagin verður hugleitt um hetta og onnur spennandi evni knýtt at hesum økinum. 

Um veðrið ikki er til vildar, verður annar eins spennandi gongutúrur gjørdur norðeftir, har frásøgumaður greiðir frá bygdunum Ánir og Strond – eins og øðrum áhugaverdum hendingum og støðum.
Túrurin verður byrjaður við vatnbrunnarnar omanfyri tunnilsmunnan.
Á túrinum verður kaffi/te og pannukøkur at fáa, men hesuferð notið uttandura. 

Tilmelding: á Norðoya Kunningarstovu, tel 456939 info@klaksvik.fo
Kostnaður: kr. 150,- (fyri limir) kr.180,- (ikki-limir)
Íroknað prísin er: bussur, guide, kaffi/te við heitum pannukøkum 
Fráfaringarstað: møtt verður á Kunningarstovuni kl.13:30
Túrurin varar umleið 5 tímar

Harleywoodpaint