Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðoya Gongufelag: Morguntúr kl. 07.00

Jóhann Lützen

Í morgin, 31. juli kl. 07.00, gera vit ein túr niðan á Katlarnar.

 

Vit fara frá parkeringsplássinum niðan fyri vatnbrunnarnar við tunnilsmunnan Klaksvíksmegin. Vit ganga eftir bygdagøtuni niðan á Áarskarð og so yvir á Katlarnar. Katlarnir eru elsta tingstað í Norðoyggjum og liggur oman fyri tunlarnar í Árnafirði. Tað er sunnumorgun, so vit syngja 2 sálmar, og Pól Johannessen hevur eina andakt á tingstaðnum. Eftir tað fara vit oman millum tunlarnar. Um onkur kann seta bilin millum tunlarnar, hevði tað verið gott. Túrurin tekur um 3 tímar.

Minnist til at hava við: Mat, drekka og góðar fjallaskógvar – (Heit klæðir, handskar, húgvu eru altíð gott at hava við, tá man gongur í Føroyum).

 

Harleyfacadeacryl