Hvannasund – Áardalur
Sunnudagin, 10.mai 2009, verður skipað fyri einum sera spennandi gongutúri frá Hvannasundi til Áardal.
Møtt verður á Norðoya Kunningarstovu kl. 13. Møguleiki er fyri at fáa mált blóðtrýst. Farið verður við bussi.
Farið verður úr Hvannasundi kl.13.30. Gingið verður niðan Handaru gjónna og niðan á Sneisina, har tann enski flúgvarin rendi á undir 2. Heimsbardaga. Er tað klárt í veðrinum, skuldi restirnar av flogfarinum verið at sæð niðri á Kaldræsi í Viðvík.
Síðan verður farið oman ígjøgnum Líradal oman í Áardal, har matpakki verður notin.
Staðkendur frásøgumaður verður við á ferðini.
Heimkomin í Sund verður leskiligt ábit at fáa í Norðdepli.
Túrurin tekur áleið 6/7 tímar
Torleikastig: yvirmiðal. Tvs miðal tung gongd, og langur teinur. Fyri vælgongd fólk !
Tilmelding neyðug !!!
Tilmelding á: NORÐOYA KUNNINGARSTOVU, tel 456939 ella info@klaksvik.fo
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.




