Eftir aðalfundin hevur nýggja nevndin í Norðoya Javnaðarfelag skipað seg. Tummas Lervig, ið hevur staðið á odda fyri felagnum í nógv ár, helt at nú var tíðin komin at lata yngri kreftir taka við. Til nýggjan formann ið Norðoya Javnaðarfelag var Petur Martin Hansen valdur,
Eftir aðalfundin hevur nýggja nevndin í Norðoya Javnaðarfelag skipað seg. Tummas Lervig, ið hevur staðið á odda fyri felagnum í nógv ár, helt at nú var tíðin komin at lata yngri kreftir taka við. Til nýggjan formann ið Norðoya Javnaðarfelag var Petur Martin Hansen valdur, umframt at verða nevndarlimur í felagnum hevur hann stillað upp fyri felagi, hann var eitt av valevnum felagsins til seinasta býráðsval. Formanssessurin merkir eisini, at Petur Martin verður umboð felagsins í starvsnevnd Javnaðarfloksins.
Nývalda nevndin skipaði seg soleiðis :
Petur Martin Hansen, formaður
Tummas Lervig, næstformaður
Signhild V Johannesen, Dora Joensen og Erna Torleifsdóttir Sigurðsson nevndarlimir.




