Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðoya Sambandsfelag hevur uppstillingarfundir

Norðoya Sambandsfelag

Í sambandi við kommunuvalið sum verður 12. november, bjóðar Norðoya Sambandsfelag øllum sambandsáhugaðum til uppstillingarfundir.

 

Fyrsti uppstillingarfundurin verður í Skótahúsinum, 16. september klokkan 19:00.

Á fundinum ber eisini til at rinda árliga limagjald, umframt at tekna seg sum lim, skuldi onkur ikki verið uppskrivaður sum limur.

2. uppstillingarfundur, og møguliga 3. uppstillingarfundur, verður á Sjómansheiminum, 23. september klokkan 19:00.
Somuleiðis ber eisini til at rinda limagjald á tí fundinum, umframt at tekna seg sum lim.

Verið vælkomin!

Nevndin í Norðoya Sambandsfelag