Norðoya Sambandsfelag mótmælir ætlanunum at brúka gjaldsstøðina í Norðoyatunnlinum til at fíggja ferjusambandið og íløgur í aðrar tunnlar. Tað er beinleiðis óseriøst og meiningsleyst, at tey sum eru bundin at brúka júst Norðoyatunnilin, skullu verða bundin til at fíggja ferjusamband- ella tunnilsgerð til onnur økið, samstundis sum 40% av fólkinum, sum býr í miðøkinum, sleppur undan at rinda eina krónu.
Norðoya Sambandsfelag mótmælir ætlanunum at brúka gjaldsstøðina í Norðoyatunnlinum til at fíggja ferjusambandið ella íløgur í aðrar tunnlar. Tað er beinleiðis óseriøst og meiningsleyst, at tey sum eru bundin at brúka júst Norðoyatunnilin, skullu verða bundin til at fíggja ferjusamband- ella tunnilsgerð til onnur økið, samstundis sum 40% av fólkinum, sum býr í miðøkinum, sleppur undan at rinda eina krónu.
Tað er fullkomiliga burtur við, at ávísir politikarar leggja upp til, at víkja frá upprunaligu ætlanini, sum var at bummgjaldið skuldi fíggja lántøkurnar, sum gjørdar vóru, tá Norðoyatunnilin varð bygdur.
Hetta er beinleiðis at gera mismun á borgarum.
Skal ferðaseðlaprísurin lækkast, ella gerast ókeypis fyri borgaran, er einasti møguleikin at løgtingið játtar pening, so allir borgarar í landinum eru við til at rinda, sum gjørt hevur verið við undirstøðukervið um alt landið.
At halda fast við gjaldstøðina í Norðoyatunnlinum, sum einans skattar ávíst øki í landinum, er fullkomiliga burtur úr vón og viti.
Eisini ynskja vit at vísa til tað sum Bjørn á Heygum, advokatur, hevur skrivað um bummgjaldið í Norðoyatunnlinu.
http://www.nordlysid.fo/bummgjold+ikki+raett+at+gera+mismun+a+borgarum+copy.html
Norðoya Sambandsfelag.
John William Joensen
formaður




