Tað hevur gingið sera væl at fáa fólk at stilla upp til løgtingsvalið 2004, men felagið staðfestur enn einaferð at tað er torført at fáa kvinnur á listan
Skipað varð fyri uppstillingarfundi fríggjakvøldi har nevndin kunnugjørdi nøvnini á møguligum valevnum.
Men av tí at bert ein kvinna er á listanum gav fundurin nevndini heimild til at gera eina roynd at finna eina kvinnu afturat.
– Elisabeth Joensen, býráðslimur, hevur boða frá at hon stillar ikki upp. Erika Elttør er tískil einasta kvinnan á listanum, men ein seinasta roynd verður nú gjørd at fáa eina kvinnu afturat á listan.
Norðoya Sambandsfelag fer at lata inn listan um vikuskiftið og tá verður greitt um 7. valevnið verður ein kvinna.
Tey sum stilla upp fyri Norðoya Sambandsfelag eru:
Magni Laksáfoss, Streymnes, búðskaparfrøðingur, Erika Elttør, Klaksvík, handilskvinna, John Kári Jacobsen, skipari , Hvannasund, Karl Olgar Joensen, Klaksvík, stýrimaður, Bjørn Kalsø, lærari, Syðradalur og John William Joensen, prentari, Klaksvik.
Norðoya Sambandsfelag
John William Joensen, formaður




