Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi á flogi

Oliver Joensen

Tað mesta av degnum hevur tyrlan hjá Atlantsflog sveimað yvir Klaksvíkini. Sum skilst er hetta tí at Norðoya Sparikassi ger film um virksemi sparikassans

Norðlýsið hevur fingið nógvar uppringinar ídag, har fólk fregnast um, hvat tyrlan gjørdi í lágari flúgving yvir býin.
Vit hava roynt at spurt og tað vit halda okkum hava fingið at vita er, at Sparikassin ger ein film, ið teir ætla at hava til innanhýsis brúk í fyrstu atløgu í hvussu so er. Tá vit ringdu til Gunnar Nolsøe á marknardeildini hjá Sparikassanum, var hann ógvuliga fáorðaður, men tá vit stillaðu honum spurningin um, at filmurin skuldi brúkast tá nýggj deild hjá Norðoya Sparikassa skuldi setast á stovn í Runavík, vildi hann hvørki játta ella avvísa, men vísti til stjóran, sum vit ikki fingu fatur í, orsaka at hann var staddur í Havn.
Filmurin er helst partur av framtíðarætlanum hjá Norðoya Sparikassa.