Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi bíðaði við at almannakunngerða hálvársroknskap hóast áminning frá Fíggjareftirlitinum

John William Joensen

Nú ein hálv onnur vika er liðin síðan freistin at lata inn og almannakunngera roknskapin, er roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa endiliga lagdur út á heimasíðu Sparikassan’s. Fíggjareftirliti staðfestir at peningastovnar, sum ikki hava latið inn og kunngjørt hálvársroknskap pr. 31. august hava fingið áminning frá eftirlitinum

– Vit hava havt sera nógv at gera í seinastuni og tí hava vit biðið um loyvi frá fíggjareftirlitinum um at bíða við at kunngerða hálvársroknskapin. Fíggjareftirlitið hevur fingið roknskapin fyri langari tíð síðan, sigur ein avgjørdur Eyðfinnur Reyðberg, sum harmast um at Norðlýsið hevur ringt til Fíggjareftirlitið at spyrja eftir roknskapinum.

Tá vit tosaðu við stjóran í Norðoya Sparikassa hósdagin 3. september vildi hann ikki siga nakað um hálvársúrslitið, men at hálvársroknskapurin fór at verða almannakunngjørdur ein av næstu døgunum.

Seinrapartin hósdagin 3. september var so eitt tíðindaskriv lagt út á heimasíðuna hjá Norðoya Sparikassa har høvuðstølini í hálvársroknskapinum vóru listaði upp og staðfest varð at hálvársraksturin vísti eitt háll uppá 10,8 mill. kr.

Fíggjareftirlitið avsannar páhald hjá stjóranum
Tá freistin at lata inn og almannakunngera roknskapir var farin tann 31. august ringdu vit (mikudagin 2. september) til fíggjareftirlitið at spyrja um roknskapurin hjá Norðoy Sparikassa var innlatin. Pressutalsmaðurin hjá Fíggjareftirlitinum, Søren Møller Christensen, segði at hann skuldi kanna málið og ringja aftur. Hálvan tíma seinri ringir ein sera sintur sparikassastjóri og spyr hví Norðlýsið hevur ringt til fíggjareftirlitið. Stjórin greiddi frá at hálvársroknskapurin hjá Norðoya Sparikassa var fyri langari tíð síðan sendur fíggjareftirlitinum. Men sambært stjóranum hevði sparikassin fingið frávik í tíðarfreistini at almannakunngera roknskapin – tí Sparikassin hevði havt so nógv at gerða seinastu vikurnar og starvsfólk sum hevði arbeitt við roknskapinum hevði sagt seg úr starvi.

Umleið hálvan tíma eftir samrøðuna við stjóran í Norðoya Sparikassa ringdi pressutalsmaðurin hjá fíggjareftirlitinum, Søren Møller Christensen, aftur og segði at hann nú hevði kanna málið.

– Eg kann ikki viðmerkja einkultar peningastovnar, men sambært reglunum skulu bankar lata inn og kunngera roknskapir í seinasta lagið tann 31/8, tvs. fyri fýra døgum síðan. Peningastovnar sum ikki hava latið inn ella ikki hava almannakunngjørt hálvársroknskapin hava fingið eina áminning frá eftirlitinum um at halda seg til relgurnar samstundis sum spurgt verður um eina frágreiðing um hví reglurnar ikki eru fylgdar.

– Fíggjareftirlitið gevur ikki frávik í freistini at almannakunngera roknskapir, undirstrikar Søren Møller Christensen.

Roknskapurin kunngjørdur í morgun
Í dag (mikudagin 9. September) er hálvársroknskapurin hjá Sparikassanum endiliga lagdur út á heimasíðuna www.ns.fo.

Vanliga inniheldur hálvársroknskapurin hjá Norðoya Sparikassa eini 80 ymiskar postar (tøl) meðan tíðindaskrivið, sum var lagt út á heimasíðuna hjá Norðoya Sparikassa fyri viku síðan og endurgivið í fjølmiðlunum innihelt umleið 20 høvuðstøl, sum vóru tikin burtur úr roknskapinum.

Roknskapurin kann lesast við at trýsta her

Harleyfacadeacryl