Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi er á heimavølli á Atlantic Fair

Jóhann Lützen

Vit vísa okkara flagg á messuni og kenna á okkum, at tað hoyrir heima her, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.

Norðoya Sparikassi er aftur við á Atlantic Fair við sloganinum, at tey eru við á sjógvi og landi, og tá ið vit biðja stjóran seta nøkur orð á, hvat sparikassin fær burturúr at vísa flaggið á vinnumessuni, svarar Marner Mortensen soleiðis:

– “Vit síggja tað sum eitt gott høvi at koma í samband við kundar og vinnulívið. Her taka vit temperaturin á branchuni. Um ein bara situr á síni skrivstovu, so er torført at síggja, hvussu veruleikin uttanfyri sær út, og eg havi fingið fleiri góð prát á messuni. Fleiri fólk, sum eg ikki havi sæð leingi, eru komin yvir til básin hjá okkum at fáa eitt prát, og tað er mikið hugaligt”, sigur stjórin og heldur fram:

– “Tað er eisini eitt slag av sosialari føði og íblástri, sum ein fær burturúr tílíkum døgum. Hvat sloganinum um at vera við á sjógvi og landi viðvíkir, so merkir tað, at peningur í dag er vorðin so digitalur, at ein kann brúka peningastovnin, har man er, ikki minst á sjónum. Tá ið tað kemur til sjóvinnu, so eru tey heilt stóru skipini vanliga so stór og dýr, at tey mugu hava útlendska fígging. Sum peningastovnur og sparikassi eru vit mest til fyri meiniga borgaran og vanliga sjómannin”, sigur Marner, men leggur so afturat, at:

– “Men vit eru heilt væl við, tá tað kemur til undirveitarar til stóru branchurnar. Tí er tað umráðandi at hava føling við, hvussu branchan hevur tað, tí tað hevur eina beinleiðis ávirkan á hesar undirveitararnar”.

Marner sigur víðari, at gongdin í sparikassanum í løtuni er góð: – “Sum tað sæst í ársroknskapinum, so gongur væl, og tað ger tað kring um í peningastovnsvinnuni. Ein orsøk er sjálvsagt hækkaða rentan, men tað vænti eg ikki verður varandi. Tað er komið væl við hjá peningastovnunum eftir nøkur ár við heldur lakari úrslitum, og tað hevur gjørt tað gjørligt at konsolidera okkum og brynja okkum at taka ímóti, um tíðirnar skuldu vent aftur”, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.

– “Tað er altíð gott at hava eitt sindur á kistubotninum”, ljóða endaligu vísdómsorðini í samrøðuni.