Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi gjørt samstarvsavtalur við KÍ fram til 2006

John William Joensen

Tríggir ymiskir sáttmálar ímillum KÍ og Norðoya Sparikassa vórðu undirskrivaðir á loftinum í KÍ-høllini týskvøldið.

Bill McLeod frá KÍ sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at trivaligu sáttmálarnir við Norðoya Sparikassa hava sera stóran týdning fyri raksturin av KÍ.
Norðoya Sparikassi hevur longt sáttmálan við ungdómsdeildina hjá KÍ fram til 2006. Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa segði í hesum sambandi, at tá Sparikassin fyri árum síðani gjørdi av at stuðla ungdómsdeildini, so meinti hann, at hetta var fyrsta ferðin, at ein sponsorur beinleiðis hevði tikið sær av hesi deildini. Hann segði eisini, at Sparikassin fylgdi neyvt við, at stuðul, sum Norðoya Sparikassi gevur, veruliga kemur teimum til góðar, sum stuðulin er ætlaður til.
Eisini bleiv høvuðssponsoravtalan hjá Norðoya Sparikassa við 1. deild kvinnur endurskoðaður og longdur fram til 2006.
Í hesum sambandinum segði stjórin í Sparikassanum, Eyðfinn Reyðberg, at tað hevði gingið sera væl síðani Norðoya Sparikassi bleiv høvuðssponsor hjá kvinnunum. Tær hava vunnið trý meistaraheiti á rað og hartil The Doble tvey tey seinastu árini, so spurningurin er, legði hann skemtandi afturat, um Norðoya Sparikassi ikki eisini átti at umhugsa at yvirtikið høvuðssponsoravtaluna við 1. deild menn.
Tá talan er um meistaraliðið hjá monnum, so longdi Norðoya Sparikassi eisini her avtaluna fram til 2006. Her er Norðoya Sparikassi tó ikki høvuðssponsor, tað avtaluna eigur Statoil.
Sum flestum kunnugt, so fyllir KÍ 100 ár í komandi ári og sum skilst, so eru í løtuni nógvar fyrireikingar ígongd til 100 ára haldið. Men meira um tað á øðrum sinni.