Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NORÐOYA SPARIKASSI GOTT ÚRSLIT

Oliver Joensen

Innlánini í Norðoya Sparikassin vaksin við 30,8 prosentum og yvirskotið 23 milliónir ímóti 17 mió. árið fyri.

 
 
Á aðalfundi sparikassans farna mánadag, kundi Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri, leggja fram ársfrásøgn sparikassans fyri 2005. Og árið royndist væl hjá Norðoya Sparikassa. Ársroknskapurin vísir eitt avlop áðrenn skatt uppá 29 mió.kr. móti 22 mió.kr. í 2004. Eftir skatt gjørdist ársúrslitið 23 mió.kr. ímóti 17 mió.kr. í 2004.
 

Netto rentuinntøkurnar gjørdust 1,5 mió.kr. hægri í 2005 enn árið fyri og stavar vøksturin í stóran mun frá øktum útlánsvirksemi.
 
Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar vóru 60,2 mió.kr. í 2005 ímóti 58,2 mió.kr. í 2004, ein vøkstur uppá 2 mió.kr. svarandi til 3,4 %.
 
Sparikassin hevði í 2005 eitt tap av virðisjavnan av lánsbrøvum og gjaldoyra uppá 0,7 mió.kr. og er hetta á leið tað sama sum í 2004, tá ið tap av virðisjavnan av lánsbrøvum og gjaldoyra var  0,5 mió.kr.
 

Útreiðslur til starvsfólk, umsiting og aðrar vanligar útreiðslur vóru 31,7 mió.kr. í 2005 ímóti 29,8 mió.kr. í 2004 og er hetta ein vøkstur uppá 1,9 mió.kr., svarandi til 6,4 %. Vøksturin stavar í høvuðsheitum frá arbeiðinum við at menna sparikassan til framtíðina og tær avbjóðingar, sum liggja í at víðka um virksemið sparikassans.
 
Av- og niðurskrivingar av ítøkiligum ognum eru í 2005 1 mió.kr., ið er umleið tað sama sum í 2004.
 
Aðrar vanligar útreiðslur vóru 0,3 mió.kr. í 2005, ímóti 2,9 mió.kr. í 2004. Hetta hevur við sær eina nettoávirkan uppá 2,6 mió.kr. samanborið við 2004.
 
Netto avskrivingar og burturleggingar uppá útlán eru -0,9 mió.kr. í 2005 móti  2,7 mió.kr. í 2004. Og hetta viðførir eina nettoávirkan uppá 3,5 mió.kr. samanborið við 2004.
 

Gjaldførið hjá Norðoya Sparikassa er gott og var gjaldførið við árslok 2005 337 mió.kr. Gjaldførið er hækkað við 136 mió.kr. Orsøkin er at innlán sparikassans í 2005 eru vaksin skjótari enn útlánini. Gjaldførið við árslok var 71% av stuttfreistaðu skyldum sparikassans. Lógin krevur 15%. Av samlaðu skyldum sparikassans var gjaldførið 26%, meðan lógin krevur 10%.
 
Solvensur sparikassans fall við 4,1%, frá 29,6% við árslok 2004 til 25,5% við árslok 2005. Lógin krevur 8 %.
 

Útlán sparikassans vóru við árslok 2005 1.111 mió.kr. og eru tey í árinum vaksin við 14,2%.
 
Innlánið er í sama tíðarskeiði økt við 30,8 % og er nú 1.219 mió.kr.
 
Fíggjarstøða sparikassans vaks við 311 mió.kr. og javnvigar við 1.514 mió.kr. við árslok 2005. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 25,9 %.
 
Eginogn sparikassans er nú  283 mió.kr. Sparikassin hevði í 2005 eina renting av eginpeninginum áðrenn skatt uppá 10,6 % móti 8,7 % í 2004.
 

Nevndin skjeyt upp, at av ársúrslitinum uppá 23 mió.kr. saman við fluttum vinningi frá undanfarnum árum og gávugrunninum, ið ávíkavist eru 255 mió.kr. og 1 mió.kr., ella tilsamans 279 mió. kr., verða 1 mió.kr. lagdar í gávugrunnin meðan 278 mió. kr. verða fluttar til næsta ár.
 

Starvsfólkatalið í sparikassanum var við árslok 33,7 umroknað til fulla tíð, ímóti 33,0 fólkum í 2004. Ein hækking upp á 0,7 ársverk.
 

Eftir at roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa er avgreiddur, eru ikki hendar broytingar, ið eru av týdningi, tá metast skal um roknskaparúrslit og fíggjarligu støðu sparikassans.
 
Kappingin millum føroysku peningastovnarnar um sethúsakundarnar hevði við sær, at Norðoya Sparikassi í desember í fjør kom við nýggja Heimláninum, har rentan er 3,45 % upp til 80 % av sethúsavirðinum. Hetta kemur sjálvsagt at síggjast aftur í roknskapinum fyri komandi ár. Annars verður 2006 sermerkt fyri Norðoya Sparikassa á tann hátt, at nýggjar deildir verða lætnar upp bæði í Tórshavn og Runavík, og væntar sparikassin økt virksemi í hesum økjum.
 
Við hesum í huga vænta vit, at úrslitið verður á leið tað sama sum undanfarna ár.
 

Á aðalfundi mánadagin stóðu tveir nevndarlimur fyri vali. Hesir vóru Jógvan Joensen og Erling Petersen, ið báðir vóru afturvaldir.
 
Nevndin skipaði seg eftir fundin við Óla Marner Christiansen sum formanni og Finn Kjølbro sum næstformanni. Hinir limirnir eru Álvur Klakk, Páll Klettskarð, Elmar Poulsen og Sigrun Heimistovu.
 Fullfíggjað ársfrásøgn sæst á ns.fo