Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi hevur økt inntøkurnar og afturrindað øll lánini

Tíðindaskriv

Vanligi raksturin batnaði 5,5 mió. krónur, solvensurin hækkaði til 18,1%, og í 2012 rindaði sparikassin alt statslánið aftur.

Vanligi raksturin batnaði 5,5 mió. krónur, solvensurin hækkaði til 18,1%, og í 2012 rindaði sparikassin alt statslánið aftur.

Tá ið sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum hevði Norðoya Sparikassi eitt rakstraravlop í 2012 upp á 17,6 mió. kr. Í 2011 var talið 12,1 mió., og harvið batnaði raksturin 5,5 mió. kr.

Fyri einum ári síðani varð mett, at úrslitið av vanliga rakstrinum í 2012 fór at verða umleið 15 mió krónur. Nú ber til at staðfesta, at málið er rokkið og reiðiliga tað.

Úrslitið fyri skatt í 2012 varð eitt hall á 3,8 mió. kr., meðan hallið í 2011 var 1,6 mió. kr. Úrslitið í 2012 var í høvuðsheitum merkt av, at inntøkurnar hækkaðu, rakstrarkostnaðurin lækkaði, og at niðurskrivingarnar framvegis vóru stórar. Sparikassin hevur nýtt nýggju og herdu krøvini til niðurskrivingar, hóast tey ikki enn eru sett í gildi í Føroyum.

Sparikassin hevur valt at fremja eina skattatekniska niðurskriving av útsettari skattaáogn uppá 16,2 mió. kr. Harvið er skattaáognin niðurskrivað til null krónur. Hetta ber við sær, at nettoúrslitið í 2012 var eitt hall uppá 20,1 mió. kr. sammett við 1,5 mió. kr. í 2011. Niðurskrivingin av útsetta skattinum hevur onga ávirkan á basiskapital ella solvens sparikassans, sum er 18,1 %.

Sparikassin er ikki nøgdur við nettoúrslitið, men sparikassin er nøgdur við gongdina annars í 2012. Innlánsundirskotið í 2011 upp á 38,6 mió. varð vent til innlánsyvirskot í 2012 upp á 158 mió. kr., og gjaldførið varð styrkt, hóast øll lán til statin – í alt 350 mió. kr. – vóru afturrindað fyri tíðina. 100 av hesum milliónunum eru umfíggjaðar og afturgoldnar í fyrsta ársfjórðingi í 2013. Yvirdekningurin í gjaldførinum sambært lógarkravið var við ársenda 2012 173 % í mun til 128 % við ársenda 2011.

Faktiski solvensurin øktist úr 16,4 % til 18,1 %, meðan individuelli solvenstørvurin er óbroyttur. Solvensyvirdekningurin við ársenda 2012 er uppgjørdur til 6,6 %, sum er 1,7 % hægri enn við ársenda 2011. Hetta kemst av, at váðin minkaði og kundagóðskan batnaði.

Avskrivingar og niðurskrivingar upp á skuldarar vóru 17,1 mió. kr. ella 5,8 mió. krónur hægri enn í 2011. Íroknað hesum eru niðurskrivingar av fyribils yvirtiknum ognum, sum í 2012 kostaðu sparikassanum 4 mió. kr.

Virðisjavnan í 2012 minkaði um avlopið við 4,3 mió. kr. Hetta talið var 2,4 mió. kr. í 2011. Gongdin í virðisjavnanum stavar í høvuðsheitinum frá virðisbroytingum á óskrásettum partabrøvum og fíggjartólum.

Sparikassin metir vánirnar fyri størri avlopi í vanliga rakstrinum í 2013 at vera gott. Tá sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum upp á útlán verður roknað við einum avlopi upp á umleið 20 mió. kr. Útlitini eru góð fyri, at gongdin í virðisjavnan batnar, og at niðurskrivingarnar verða lægri í 2013.

Umboðsráðsfundur verður hósdagin 18. apríl kl. 17. Fullfíggjað ársfrásøgn fyri 2012 verður tøk á www.ns.fo eftir fundin.

Marner Mortensen, stjóri

Sí lyklatøl niðanfyri