Tá ið Norðoya Sparikassi hevði móttøku í nýggju deildini í Fuglafirði fríggjadagin 15. februar 2013, innleiddi næstformaðurin í nevndini, Jóannes Hansen, soleiðis:
Tá ið Norðoya Sparikassi hevði móttøku í nýggju deildini í Fuglafirði fríggjadagin 15. februar 2013, innleiddi næstformaðurin í nevndini, Jóannes Hansen, soleiðis:
Góðu fuglfirðingar og øll tit, sum eru komin at heilsa upp á okkum í Norðoya Sparikassa ídag. Hjartaliga vælkomin. Eg skal heilsa frá nevndarformanninum John P. Danielsen. Hann vildi fegin havt verið her ídag, men hann liggur sjúkur, og tí er tað mín lutur sum næstformaður í nevndini at bjóða tykkum vælkomnum.
Tað er við spenningi og eyðmýkt, at vit í Norðoya Sparikassa nú hava tikið stig til at lata deild upp her í Fuglafirði. Hví vit gera tað, og hvørjar ætlanirnar eru, fer stjórin at greiða nærri frá um eina lítla løtu, men eg kann beinanvegin siga, at hetta hevur gingið skjótt fyri seg. Talan hevur ikki verið um so at siga at hita ein brenniovn upp, men heldur hevur talan verið um eina prosess, sum minnir meiri um upphitingina í mikroovni!
At lata deildir upp er at fara ímóti streyminum. Vit hoyra so ofta um – bæði burturi í verðini og her heima hjá okkum – at deildir verða niðurlagdar. Soleiðis hevur tað eisini verið í Norðoya Sparikassa. Fimm deildir eru afturlatnar – ein á Viðareiði, ein í Norðdepli, tvær í Klaksvík og ein í Leirvík. Nú hevur sparikassin høvuðsdeildina í Klaksvík, deild í Saltangará, deild í høvuðsstaðnum og frá mánadegnum 18. februar 2013 eisini eina deild í Fuglafirði.
Sparikassin varð stovnaður í 1919 ella sama árið, sum tað varð øskukalt á Skarði. Í heyst verður hann 94 ár, og Norðoya Sparikassi er harvið elsti peningastovnur í landinum. Leirvík hevur verið partur av kjarnuøkinum alla tíðina. Leirvík er nú partur av Eysturkommunu, og nú flyta vit okkum inn um Varmakeldueið og til Fuglafirðar.
Klaksvík og Fuglafjørður hava verið roknaðar sum eitt slag grannabygdum. Tað er stutt av Pollinum her í Fuglafirði og umvegis Galvin og inn á Pollin í Klaksvík.
Í søguligum høpi plagar at verða tikið til, at vatnið ella sjógvurin ikki skilti sundur, men heldur bant saman. Tað vóru fjøll og tættir skógir, sum skiltu sundur. At ferðast á sjónum var ómakaleysari. Upp um fjøllini varð neyðugt at ganga, meðan vindurin, seglið og streymurin hjálptu til at gera arbeiðið hjá honum ella henni, sum var á báti.
Hesin veruleiki saman við sannroyndini at virksemið í Klaksvík, sum hevði við sjógvin at gera, var so ógvuliga stórt fyrra partin av farnu øld, áðrenn Eysturoyggin sum región kom fyri seg, vóru orsøkir til, at sambandið millum Klaksvík og eystara partin av Eysturoy var størri, enn sambandið hjá bygdunum á eystursíðuni á Eysturoy var við restina av oynni. Har vóru tað fjøllini, sum vóru forðingin fyri sambandinum.
Útbyggingin av vegum, tunlum og brúm í seksti árunum og næstu ára tíggjuni bar broytingar við sær, og Eysturoyggin vendi sær alt meiri aðrar vegir enn til Klaksvíkar.
29. apríl 2006 og undirsjóvartunnilin knýtti norðurøkið saman aftur við Eysturoy. Sambandið varð endurnýggjað við tunlinum undir Leirvíksfirði, og seinastu tíðina hevur samstarvið blómað eitt nú innan skúla og fleiri mentanarøki, í sambandi við sjúkrahúsið og ikki minst innan vinnuna.
Vit halda okkum kenna fuglfirðingar, eisini tí fleiri okkara dagliga eru í Fuglafjarðar kommunu, og fuglfirðingar kenna klaksvíkingar.
Familjusambondini eru mong og sterk millum Fuglafjørð og Klaksvík. Eg havi hug at nevna tvær konur, sum vóru ættaðar úr Klaksvík, og sum í mong ár vóru við til at mynda Fuglafjørð. Eg hugsi um Emmu Winther, læknan her í Fuglafirði í meiri enn eina fjórðingsøld, sum fyri stuttum fylti 95 ár. Hon var dóttir Armgarð og Dáva úr Gerðum, skipara, og hon duldi ongantíð, hvar rótin var runnin. Og so hugsi eg um Juttu hjá Poul Jacob Hansen, elektrikaranum. Hon var dóttir Lilluna og Sofus Larsen, bakara. Hóast hon búði her í Fuglafirði alt sítt vaksna lív og var fuglfirðingur millum aðrar fuglfirðingar, so hoyrdist tað so væl á málinum, at hon var úr Klaksvík, og vit minnast, at hon alla sína tíð av fullum huga stuðlaði KÍ – eisini tá ið mótstøðuliðið var ÍF í Fuglafirði!
Nú er Norðoya Sparikassi komin til Fuglafjarðar, og vit fegnast, og vit vóna, at hetta átakið fer at vera bæði fuglfirðingum og sparikassanum at gagni.
Sparikassastjórin, Marner Mortensen, fer nú at greiða frá, hvussu hetta er komið í lag, og hvussu ætlanin er at fara víðari fram.
Stóra takk fyri, og vónandi verður løtan hugnalig og gevandi fyri okkum øll.




