Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi kunngjørt hálvársroknskapin

John William Joensen

Norðoya Sparikassi hevði fyrra hálvár 2008 eitt úrslit áðrenn skatt uppá 9,3 mió. kr. móti 20,2 mió. kr. fyrra hálvár 2007.

Hetta eru 10,9 mió. kr. minni enn somu tíð í fjør. Verður sæð burtur frá virðisjavnan og burturleggingum, er úrslitið fyrra hálvár 2008 16,3 mió. kr. móti 15,8 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, ella ein vøkstur uppá ½ mió. kr. Samanumtikið hevði sparikassin væntað sær meira av fyrra hálvári.

Inntøkur
Netto-rentuinntøkur sparikassans fyrra hálvár vóru 32,3 mió. kr. móti 35,9 mió. kr. fyrra hálvár 2007, ið eru 3,6 mió. kr. lægri enn somu tíð í fjør. Seinastu árini hevur kappingin staðið um útlánini, men henda gongdin er nú vend til fyrimuns fyri tey, sum eiga pening á bók. Skuld til peningastovnar øktist við 82 mió. kr., innlánini øktust við 199 mió. kr., meðan útlánini øktust við 158 mió. kr. Hetta svarar til ein inn- og útlánsvøkstur í prosentum uppá ávikavist 14% og 9%. Eitt av aðalmálum sparikassans er, at rímiligt samsvar er ímillum inn- og útlán, og arbeiðir sparikassin miðvíst at røkka hesum máli. Sparikassin hevur í ár tillagað rentuna tvær ferðir, 1. mai og aftur 11. august. Við hesum rentutillagingum væntar sparikassin at nettorentan fyri alt árið 2008 verður á sama støði sum í 2007.

Virðisjavnan av virðisbrøvum, gjaldoyra o.a.
Virðisjavnan av virðisbrøvum, gjaldoyra o.a. gjørdist eitt hall uppá 0,3 mió. kr. fyrra hálvár 2008, móti einum avlopi uppá 3,1 mió. kr. fyrra hálvár í fjør. Sparikassin hevði eitt tap av skrásettum virðisbrøvum uppá 10,2 mió. kr. fyrra hálvár 2008, men saman við vinningi av óskrásettum partabrøvum sama tíðarskeið, gjørdist virðisjavnan eitt hall uppá 0,3 mió. kr. Sparikassin hevur í 2008 broytt roknskaparhátt viðvíkjandi virðisáseting av óskrásettum partabrøvum, frá útveganarvirði til mett marknaðarvirði.

Útreiðslur
Útreiðslur til starvsfólk og umsiting vóru 26,3 mió. kr. fyrra hálvár í ár, móti 25,5 mió. kr. fyri sama tíðarskeið í fjør.

Avskrivingar og burturleggingar uppá skuldarar
Netto-avskrivingar og -burturleggingar uppá skuldarar vóru 6,7 mió. kr. fyrra hálvár 2008, móti eini inntøkuføring uppá 1,3 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Sparikassin hevur mett um tapsvandan, og er størsti parturin av burturleggingnum fyrra hálvár 2008 tengdur at fiskivinnuni, ið umboðar umleið 150 mió. kr., ella umleið 7% av samlaða kredittváða sparikassans. Sparikassin er ikki við í nakrari byggiverkætlan og hevur tí lítlan og ongan váða innan hesa vinnugrein.

Úrslit av kapitalpørtum í assosieraðum og tilknýttum fyritøkum.
Úrslit av kapitalpørtum 1. hálvár í ár gjørdist eitt avlop uppá 5,5 mió. kr., móti einum null sama tíðarskeið í fjør. Dótturfelag sparikassans, sum í høvuðsheitinum umsitur íløguognir og kapitalpartar í øðrum ognarfeløgum, hevur eins og sparikassin broytt roknskaparhátt viðvíkjandi virðisáseting frá útvegnarvirði til mett marknaðarvirði.

Fíggjarstøðan
Fíggjarstøða sparikassans javnvigar nú við 2.270 mió. kr. móti 1.967 mió. kr. fyrra hálvár 2007. Hetta er ein vøkstur uppá 15,4%. Innlánið er nú 1.660 mió. kr. móti 1.461 mió. kr. fyrra hálvár 2007, sum svarar til ein vøkstur uppá 13,6%. Útlánið er nú 1.848 mió. kr. móti 1.690 mió. kr. fyrra hálvár 2007, svarandi til ein vøkstur uppá 9,3%.

Eginpeningur sparikassans er nú 344,7 mió. kr., og er farna árið øktur við 17,9 mió. kr., ið er ein vøkstur uppá 5,5%. Eginognin er nú 15,2% av samlaðu fíggjarstøðuni móti 16,6% fyrra hálvár 2007.

Gjaldføri og solvensur
Gjaldføri sparikassans er nú 335 mió. kr. móti 232 mió. kr. í 2007. Gjaldførið er 42% av stuttfreistaðu skyldum sparikassans, lógin krevur 15%. Av samlaðu skyldum sparikassans 15%, her krevur lógin 10%.

Solvensur sparikassans er 17,4%, í mun til 17,0% fyrra hálvár 2007. Lógin krevur 8%. 

Útlit seinna hálvár
Um sæð verður burtur frá burturleggingum og virðisjavnan væntar sparikassin at samlaða úrslitið fyri 2008 verður áleið tað sama sum í 2007. 

Hálvársroknskapur NS trýst her

Harleywoodpaint