Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi lat upp í Havn ímorgun

Oliver Joensen

Marner Mortensen, varastjóri í Norðoya Sparikassa sigur, at hóast deildin í Havn enn ikki er liðug, so mettu vit ikki at vit kundu bíða longur.

Í desember kunngjørdi Norðoya Sparikassi, at Sparikassin fór at lata deild upp í Havn Flaggdagin í ár, og hóast tað hevur gingið eitt sindur longur enn ætlað at fáa hølini liðug, so er ein somikið stórur partur liðugur, at deildin kundi latast upp ímorgun.
Marner Mortensen sigur, at tilsamans hevur Norðoya Sparikassi 600 fermetrar at ráða yvir í Miðlon, men fyribils skal Sparikassin búleikast á 150 fermetrum.
Hetta er sum sagt bert partur av ætlanunum í Havn. Seinni í heyst fara vit so at taka restina av hølunum í nýtslu, og ætlanin er at markerað upplatingina í Havn við leypandi tiltøkum í ár, og verður eisini móttøka á deildini í heyst tá deildin verður endaliga liðug.
Vit hava sera nógv viðskiftafólk í Havn, og tí bar ikki til hjá okkum at bíða longur. Neyðugt er at vera á staðnum at serviserað viðskiftafólkunum, serstakliga tá viðskiftaskarin er vorðin so stórur.
Norðlýsið ynskir Norðoya Sparikassa tillukku við nýggju deildini.