Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi mist 15 milliónir í Kósini

John William Joensen

Norðoya Sparikassi hevur mist minst 15 milliónir krónur upp á at fíggja Kósavirkið. Sambart samrøðu í sjónvarpinum sigur stjórin í Norðoya Sparikassa at semjan varð gjørd fyri at fáa virksemið aftur á Kósini

Í útvarpinum gjárakvøldið var samrøða við Eyðfinn Reyðberg, stjóra í Norðoya Sparikassa.

Har segði hann m.a. at Norðoya Sparikassi hevði síðan 1993  fíggjað Kósina, men hevur nú onki við størsta arbeiðsplássið í Klaksvík at gera.

Stóra tapið hjá sparikassanum er greitt eftir fund millum báðar høvuðskreditorarnar hjá Maru Seafood, sum eigur Kósavirkið.

Norðoya Sparikassi og Føroya Banki gjørdu týsdagin semju um, hvør skal vera høvuðskreditorur hjá Kósini framyvir.

Í Degi og viku upplýsi stjóri at Sparikassin hevði seinastu 16 árini hava fíggjað millum 20 og 40 milliónir krónur av virkseminum hjá Kósini.

– Seinastu tvey árini hevur fíggingin typist ligið millum 20 og 30 milliónir krónur og vit mugu tíanverri staðfesta at vit hava mist størra helmingin av tí.

Eyðfinn Reyðberg segði at semjan var gjørd fyri at skunda undir gongdina at fáa virksemið aftur á Kósini.