Og í tí sambandi hevur Norðoya Sparikassi eina hugnaliga skrá við ábiti og ikki minni enn 6 fyrilestrum.
Í avgreiðsluni verður livandi tónleikur, kaffi og køkur, meðan borðreitt verður við einum góðum bita á loftinum.
Harumframt verða 6 fyrilestrar, sum hvør er umleið 20 minuttir og eftir hvørja framløgu verður høvi at seta fram spurningar.
Fyrilestrarnir eru hesir:
19.00
Kapitalpensjón við lívstrygging og íløgumøguleikum
Betty Joensen, kundaráðgevi, og Maria á Lakjuni Simonsen, cand. merc. og íløguráðgevi í Norðoya Sparikassa
19.30
Heimlán nýggj hús, bygging eins og um- og útbygging
Annebeth Sørensen, kundaráðgevi í Norðoya Sparikassa
20.00
Týskland turnaround – nýggir íløgumøguleikar, Eyðun Kjølbro, undirstjóri
21.00
Klaksvík eftir november 2007
Óli Marner Christiansen, stjóri í p/f Miðbýur
21.30
Visjón 100 í hvønn mun broytist sparikassin og hví
Gunnar Nolsøe, menningarleiðari í Norðoya Sparikassa
22.00
Ownership
Fyrilestur við Tony Paris, høvuðsvenjara hjá KÍ (fyrilesturin er á enskum)
22.30
Nýggi KÍ búnin verður avdúkaður
23.00
Takk fyri í kvøld




