Norðoya Sparikassi hevur, áðrenn freistin at søkja um kapitalinnskot undir Bankapakka II gekk út pr. 30. juni 2009, sent inn umsókn um kapitalinnskot.
Tíðindaskriv frá Norðoya Sparikassa:
Eins og flest allir peningastovnar í Føroyum og Danmark, hevur Norðoya Sparikassi søkt um kapitalinnskot undir Bankapakka II.
Norðoya Sparikassi hevði pr. 30. juni 2009 ein solvens uppá 15,1 %, í stendur í mun til lógarkravið uppá í minsta lagi 8 %.
Norðoya Sparikassi hevur í hesum sambandi søkt um lán uppá 50 mió.kr. Hetta vil økja solvens sparikassans við 3 %, soleiðis at hann kemur uppá 18,1 %.
Nevnd og leiðsla sparikassans hava altíð lagt stóran dent á, at Norðoya Sparikassi skal hava ein høgan solvens, ið liggur væl omanfyri lógarinnar krøv.
Tá danski staturin og føroyska landsstýri hava givið fíggjarvinnuni hendan møguleika at brynja seg enn betri til møguligar verri tíðir, var tað náttúrligt at taka av hesum tilboði.




