Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi spílar seg út: Arkitektakapping um nýggja høvuðssætið hjá Norðoya Sparikassa

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Í tíðindaskrivi 30. desember 2008 boðaði Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, frá, at sparikassin eftir ætlan í 2009 fer at skriva út arkitektakapping til nýggjan bygning.

Sum áður fráboðað, hava Klaksvíkar Kommuna og Norðoya Sparikassi gjørt avtalu um økið eystan fyri Ósánna.

Henda avtala gevur grundarlag fyri, at Norðoya Sparikassi nú kann fara undir neyðugu fyrireikingarnar at byggja nýggjan sparikassabygning á økinum.

Avtalan inniber, at økið millum nýggja skúlan við Ósánna og skrivstovubygningin hjá Norðoya Sparikassa verður broytt til miðstaðarøki E1.

Samstundis er ætlanin, at sparikassin keypir grundøki, sum liggur framvið Ósánni eystarumegin, frá Klaksvíkar Kommunu.

– – –

Sigast má, at hetta er ein sera spennandi ætlan, sum sparikassin her boðar frá, sum – um rætt verður atborið – verður enn eitt prýði fyri miðbýarøkið.

Í tíðindaskrivinum vísir sparikassastjórin eisini á uppskot kommununar um at fríðka um miðbýin, har kommunan umhugsar at leggja Ósánna longur vestureftir, soleiðis at hon rennir vestan fyri bygningin hjá Føroya Tele.

– Hetta gevur betri rúmd, og við hesum í huga meta vit tað at verða ein spennandi uppgáva at fara undir, tá sparikassin fer at skriva út arkitektakapping til nýggja bygningin eftir ætlan í 2009, sigur Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri.

– Sparikassin hevur keypt 6 av teimum 8 sethúsunum, sum vóru á økinum millum Skúlavegin og Ósavegin, og hevur við hesi avtalu við kommununa nóg stórt grundøki, til at kunna byggja ein nýggjan og tíðarhóskandi umsitingarbygning á økinum.

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu heldur, at tað er ein góð avtala sum Klaksvíkar kommuna hevur gjørt.

– Norðoya Sparikassi hevur høvuðssæti í Klaksvík, og hevur øll árini hildið til við Ósavegin. Tá ið ein nýggjur skúli nú verður bygdur skamt fram við Ósánni, hóskar tað væl, at ein nýggjur skrivstovubygningur verður bygdur ímillum skúlan og verandi sparikassabygning, sigur borgarstjórin, sum fegnast um, at sparikassin nú ynskir at fara undir at byggja, tá vit hugsa um, at byggivinnan í løtuni merkir fallandi virksemi.

– – –

Í felags tíðindaskrivinum siga kommunan og sparikassin, at tað er eitt stórt tak at fara undir eina slíka byggiætlan, og at tað er tí av stórum týdningi, at bæði borgarar í Klaksvík og kundar sparikassans í Klaksvík taka væl undir við hesi ætlan.

Sum Norðlýsið skilir, fara tær víðari fyrireikingarnar nú í gongd, soleiðis at allar fortreytir fyri hesi ætlaðu bygging kunnu fáast upp á pláss.

Sambært tíðindaskrivinum miðar sparikassin ímóti at skriva út eina arkitektakapping um hesa byggiætlan í 2009.