Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi væl nøgdur við frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum

Tíðindaskriv

Á eftirlitsvitjan í juni staðfesti Fíggjareftirlitið, at góðskan á útlánunum er yvir miðal, og at sparikassin hevur eitt hóskandi virkisgrundarlag

Fíggjareftirlitið var í juni í ár á regluligari eftirlitsvitjan í Norðoya Sparikassa. Nú er frágreiðingin frá vitjanini kunngjørd, og í dag – á sjálvum 96-ára stovningardegi sparikassans – verður fegnast um, at øll viðurskifti í sparikassanum eru í lagi.

Fíggjareftirlitið staðfestir, at góðskan á útlánunum er góð og omanfyri miðal, tá ið sammett verður við peningastovnar í bólki 3, sum fevnir um umleið 45 peningastovnar við einum arbeiðandi kapitali millum 0,5 og 12 milliardir. Hetta er munandi betur enn skoðsmálið var fyri trimum árum síðani, tá ið Fíggjareftirlitið eftir vitjan segði, at góðskan á útlánunum var undir miðal.

Við hesum staðfestir sparikassin, at miðvísa arbeiðið at tillaga virkisgrundarlagið er eydnast, og at núverandi virkisgrundarlag er væl hóskandi fyri sparikassan. Virkisgrundarlagið er at veita fíggjarligar tænastur til privat-, vinnu- og almennar kundar.

Skoðsmálið frá Fíggjareftirlitinum ber við sær, at sparikassin metir seg vera væl brynjaðan til komandi avbjóðingar, og er harvið væl fyri til kappingina um kundarnar.

Einastu viðmerkingarnar hjá Fíggjareftirlitinum vóru at økja um niðurskrivingina upp á ein ávísan kunda við 264.000 krónum og at gera eina nærri lýsing av, í hvønn mun sparikassin ynskir at átaka sær marknaðarváða, herundir rentu-, virðisbræva- og gjaldoyraváða.

Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum kann lesast á heimasíðu sparikassans www.ns.fo og hjá Fíggjareftirlitinum www.ftnet.dk.


NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen

stjóri