Norðoyatingmaðurin, Jákup Mikkelsen, er sera misnøgdur við arbeiði hjá Nevndini og leiðsluni fyri Norðoyatunnilin
Jákup Mikkelsen, tinglimur, skrivar:
Undirsjóvartunnilin
Í løtuni er byggi-fyritøkan NCC saman við øðrum, í gongd við fyrireikingar at bora tunnil ímillum Eysturoynna og Klaksvíkina, og væntandi verður fyrsta skotið latið av áðrenn jól.
Henda verkætlan hevur verið ein tungur burður og um teir, ið tað almenna hevur valt at stýra hesi verkætlan, høvdu verið sína uppgávu vaksnir, so var boringin longu væl áleiðis og nærvið liðug, og vit høvdu koyrt í 2004 ella í seinasta lagi 2005 millum Eysturoynna og Norðoyggjar.
Leiðslan fyri Norðoyatunnilin er stórt sæð tann sama, sum leiðslan fyri Vágatunnilin. Henda leiðslan hevur fleiri ferðir verið til próvtøku og fingið dumpikarakter. Fyrsti stóri frensurin var tá nevndin kunngjørdi kostnaðin at koyra undir Vestmannasund. Hesir okursprísir fingu sum vitiligt er, øgi í vágafólk og vit norðingar ristu eisini við høvdinum. Tíbetur førdi politiskt trýst til, at leiðslan noyddist at lækka prísirnar ein avgerð sum førdi til, at samfelagið fekk nógv størri nyttu úr tunnlinum og P/F Vágatunnilin vann nógv fleiri krónur, av tí at prosentvísa lækkingin í prísinum førdi til eina størri prosentvísa øking í ferðsluni. Ein kann freistast at spyrja um nevndin í P/F Vágatunnilin kennir til hugtakið príselastisiterur, ið annars er eitt must hjá øllum FHS-næmingum. Ella kendu teir einki til føroysku ferðslumentanina, tá teir tosaðu um eitt ferðsluframlop uppá 30% í mun til ferðsluna við ferju. Men tey turru hagtølini í dag vísa, at ferðslan er umleið 800-1000 bilar um dagin!!! Hetta undrar als ikki vágafólk ella norðingar, men hetta undrar helst tey, ið ikki síggja niðan um plantaguna ella suður um Glyvursnes.
Dirvi sveik!
Leiðslan samráddist við NCC fyri ári síðani, um ein sáttmála í samband við gerð av Norðoyatunnlinum. Ein avtala varð gjørd við fyrivarni, men leiðslan tordi ikki at undirskriva hesa avtalu. Orsøkin er ongantíð komin alment fram, men gitingar eru um ymiskt lobbyarbeiði har als eingi atlit eru tikin til tey, ið hava stórst áhuga í tunnlinum nevniliga brúkarin. Verkætlanin bleiv tískil boðin út. Á fundi í Klaksvík segði leiðslan, at hon metti seg at kunna spara í verkætlanini við útbjóðing, men úrslitið er sum vit øll høvdu væntað bæði partafelagið Norðoyatunnilin og tey samfelagsligu áhugamálini hava spart seg eftir hali. Úrslitið er hetta:
* Íløgan av verkætlanini bleiv ikki bíligari.
* Ruðuleikin og bil røðirnar á Stangarbrúnni og Leirvík noyðist at halda fram eitt ár longri enn neyðugt.
Tøkkina eigur leiðslan í Pf. Norðoyarunnlinu, ið stórt sæð øll býr í høvuðsstaðnum og tískil ikki veður nervað av tí ruðuleikanum, ið hon er sett til at loysa.( At strandferðslan higartil ikki hevur klárað at lagt eina brúkbara ferðaætlan fyri Dúgvuna og Ternuna, kunnu vit tó ikki hanga um hálsin á nevndini fyri Norðoyatunnilin. Mær kunnugt verða broytingar gjørdar innan heilt fáar dagar, alt annað er óakseptalbult.)
Hertil kemur, at nú tunnilin bleiv útsettur eitt ár, so verða inntøkurnar frá bummgjaldið eisini útsettar 1 ár. (1500-1800) bilar um dagin er mín meting, – leirvíkingar siga 3000 bilar) og hallið hjá Strandferðsluni um Leirvíksfjørð forlongt 1 ár. Ófatiligt at ein nevnd, samansett av akademiskum tungvektarum í høvuðsstaðnum ikki hevur hugsað og tikið so frægt av samfelagsligum atliti. Dumpikarakterur til nevndina.
Fram eftir fummum!.
Til tess at verkætlanin klaksvíksmegin kundi fara í gongd, var neyðugt at ogna sær lendi í Uppsalabø. Einir 50 eigarar eiga hetta lendi. At semjast við 50 eigarar er sum vera man trupult, men tá leiðslan í Pf. Norðoyatunnlinum als ikki ger nakra seriøsa roynd at koma á tal við eigararnar, so býður ikki bøtur og ognartøkan varð sett í verk. Prosessin viðvíkjandi yvirtøku átti fyri tað fyrsta at farið í gongd nógv fyrr, og við størri virðing fyri mótpartinum enn bert eitt tveita teimum ein brævbjálva í postinum og biðja teir skriva undir eitt ultimatum. Úrslitið er, at verkætlanin Klaksvíksmegin er nógv seinkað, til stóran ampa fyri Klaksvíkar Kommunu og norðingar sum heild. Dumpikarakterur til nevndina.
Ger ein leikari sjálvmál í hvørjum dysti, so átti venjarin at hugsa um at sett onnur fólk á liðið. Tað er mín sannføring, at tað er rætt at ein slík verkætlan liggur í einum almennum partafelag, av tí at vágin verður avmarkaður. Men royndirnar siga okkum, at tað er ikki líka mikið hvør mannar eitt slíkt felag.
Onkur spyr kanska um einki er at gleðast um? Jú sjálvsagt. Fyrst og fremst fegnast vit um at arbeiði er farið í gongd, at ein sáttmáli er undirskrivaður fyri 250 mió. Nú vendist tíbetur ikki aftur. Men vit kenna tað ikki sum, at vit hava nevndini nakað serligt at rósa fyri, heldur er tað trýstið frá almeninnginum ið hevur skumpað hesa skilagóðu ílgøgu í gongd og tykkum vil eg veita eina hjartans tøkk. Mín vón er at tað ikki vera gjørd fleiri sjálvmál og at onki kemur í vegin sum fer at hindra hesum fyri allar føroyingar so týdningarmikla máli!
Til endans vil eg heita á leiðsluna í Norðoyatunnilin, um at fyrireikað flutningin av skrivstovuni sum í dag liggur í Havn. Tað finnast høli til taks í Norðoyggjum so her er ongin umbering fyri at ein slík skrivstova liggur í høvuðstaðnum. Míni ráð eru til tykkum at flyta áðrenn tit verða fluttir!
Jákup Mikkelsen,
løgtingsmaður




